Kynsligur ágangur á børn kann fara fram í skúlum, dagstovnum, frítíðarskúlum, heimum og á internetinum. Tí er avgerandi, at fakfólk tora at síggja vandan og ikki hyggja burtur.
Hetta er høvuðsevnið á einum fyrilestri, sum verður í Smæruni 14. september. Janne Østergaard Hagelquist heldur fyrilesturin.
Hon fer at greiða frá, hvussu mentalisering kann hjálpa fakfólki at varnast børn, sum hava verið fyri ágangi, og hvussu tey kunnu handfara støðuna og stuðla børnunum.
Fyribyrging er avgerandi
Sambært Barnaverndarstovuni kann tabuið um kynsligan ágang gera, at fólk ikki vilja ímynda sær, at ágangur kann henda nær teimum.
Á fyrilestrinum verður dentur lagdur á vitan, opið sinni, greiðar reglur og á, at børn skulu kenna síni mørk og rættindi.
Eisini verður amboðið STORM lagt fram. Tað skal hjálpa fakfólki at varðveita ró, yvirlit og fakligt fótafesti í einum kensluliga krevjandi arbeiði.