Á Mentanardøgunum í ár verður ein serlig sjónleikakonsert, har tónleikaheimurin hjá Niels Midjord verður settur í miðdepilin. Sjónleikakonsertin verður ein samanseting av tónleiki og sjónleiki, har kendir tónar hjá Niels verða framførdir í einum nýggjum høpi.
Tónleikurin fevnir breitt og røkkur frá rokki og poppi til blues. Á pallinum verður ein fjølbroyttur hópur av tónleikarum og leikarum, sum saman fara at skapa eina øðrvísi konsertuppliving.
Sjónleikakonsertin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 5. september klokkan 20.00. Atgongumerkini verða sett til sølu fríggjadagin 21. august klokkan 12.00 á mh.fo.
Dánjal á Neystabø hevur lagt tónleikin til rættis, meðan Kjartan Hansen hevur leikstjórnað. Á pallinum verða Kjartan Hansen, Dánjal á Neystabø, Høgni Lisberg, Benjamin Petersen, Guðrið Hansdóttir, Bárður Reinert og Marius D.C.
Tiltakið er partur av einum størri tema á Mentanardøgunum í ár, har Niels Midjord verður heiðraður og settur í miðdepilin á ymiskan hátt. Sjónleikakonsertin verður sostatt ein av fleiri upplivingum, sum varpa ljós á tónleikin og virksemið hjá Niels Midjord.