Ongi úrslit

Norðoya Sparikassi 17,9 milliónir í avlopi 1. hálvár 2026

Virksemi sparikassans er støðugt vaksandi

ns.fo/Tíðindaskriv
1 tími síðan

Fyrra hálvár 2026 var úrslitið eftir skatt 17,9 mió. kr. sammett við 16,6 mió. kr. Sama tíðarskeið í fjør.

Góða búskapargongdin sæst aftur í fíggjarstøðuni hjá kundunum og tað hevur við sær, at áður gjørdar niðurskrivingar eru afturførdar. Harumframt eru avskrivingar avbygningum á lægri støði í mun til árið frammanundan.

Nevnd og leiðsla eru nøgd við gongdina í fyrra hálvári 2026.

 

Virksemi

Virksemi sparikassans er støðugt vaksandi.

Útlánsvøksturin fyrra hálvár var 71 mió. kr., ið svarar til 3,0 %. Útlánini vóru tilsamans 2.420 mió. kr.

Innlánini øktust við 122 mió. kr. upp í tilsamans 3.104 mió. kr. Hetta er ein vøkstur á 4,1 %.

 

Grundrakstur

Tá sæð verður burtur frá virðisjavnan og niðurskrivingum, hevði sparikassin ein grundrakstur á 18,7 mió. kr. samanborið við 18,2 mió. kr. árið fyri.

Rentustøðið hevur verið støðugt í størsta parti av fyrra hálvári, men á lægri støði í mun til sama tíðarskeið árið frammanundan. Hetta sæst aftur í minni rentuinntøkum. Tó eru ikki framdar eins stórar íløgur í høvuðsbygningin í fyrra hálvári 2026, og er tað við til at betra um grundraksturin.

 

Kapitalur og gjaldføri

Sparikassin hevur dyggan kapital og gott gjaldføri.

Kjarnukapitalurin fyrra hálvár var 33,4 % sammett við 28,5 % árið fyri. Lyklatalið fyri

Gjaldførið var 502 % í mun til lógarkravda minsta kravið á 100 %.

Hálvársfrásøgnin sæst her.

Mest lisið hesa vikuna

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 09:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 17:33

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Tit hoyra okkum, men tit lurta ikki: Viðmerking til borgarstjóran

18. august kl. 08:52

Fara at bora Kalsoyartunnil í morgin, sum ein annan dag

16. august kl. 10:32