Hóast Føroyar bert hava umleið 55.000 íbúgvar, røkka føroyskir íðkarar úrslitum, sum eru væl betri, enn vanliga kann væntast av einum so lítlum samfelagi.
Tað er ein av høvuðsniðurstøðunum í einari nýggjari eftirmeting, sum Idrættens Analyseinstitut hevur gjørt fyri Ítróttasamband Føroya, ÍSF. Sambært eftirmetingini hevur føroyskur úrvalsítróttur staðið seg væl í altjóða høpi við góðum úrslitum í millum annað hondbólti, fótbólti, svimjing og á Oyggjaleikunum.
Nýggj skipan hevur givið úrslit
Ein týðandi orsøk til framgongdina er sambært eftirmetingini, at arbeiðið við úrvalsítrótti er vorðið munandi betur skipað.
Ein serlig eind er sett á stovn í ÍSF, og stuðul verður latin eftir ásettum meginreglum og gjøgnum sersambondini. Arbeiðið er tí farið frá at vera meira tilvildarligt og tengt at einstøkum persónum til at vera samskipað, miðvíst og strategiskt við størri denti á langtíðar menning og altjóða úrslit.
Eftirmetingin vísir eisini á eina serliga føroyska styrki: sjálvsfatanina hjá einum lítlum samfelagi, sum vil vísa, at tað kann kappast við nógv størri lond.
Ítrótturin styrkir tjóðarkensluna
Góðu úrslitini kunnu tó ikki bert skýrast við betri skipan og størri fíggjarligum tilfeingi. Føroyskur ítróttur hvílir eisini á einum sterkum sosialum og mentanarligum grundarlagi.
Luttøkan í ítrótti er stór bæði millum børn og vaksin, sjálvboðið arbeiði hevur stóran týdning, og ítrótturin hevur ein týðandi leiklut í sosiala lívinum í lokalsamfeløgunum. Samstundis hava góð altjóða úrslit serligan ímyndarligan týdning. Tey styrkja frásøgnina um Føroyar sum eina sjálvstøðuga tjóð, ið megnar at gera vart við seg langt út um sína stødd.
Íðkarar, sum flyta av landinum, mangla stuðul
Ein veikleiki er stuðulin til ungar íðkarar, sum fara av landinum at útbúgva seg ella at menna seg í síni ítróttargrein.
Eftirmetingin vísir á, at skipaður stuðul til hesar íðkarar manglar. Tí verður mælt til tættari samstarv við millum annað Team Danmark og til at skapa sterkari menningarumhvørvi í Danmark og hinum Norðurlondunum.
Meira tilfeingi og ein úrvalsítróttarmiðstøð
Skulu Føroyar taka næsta stigið, er sambært eftirmetingini neyðugt at styrkja fígging, leiðslu og umsiting, menna venjarar og bøta um atgongdina til serligar umstøður fyri úrvalsítrótt.
Ein møguleiki er at stovna eina føroyska úrvalsítróttarmiðstøð, sum kann savna og menna serkunnleika innan kropsliga venjing, ítróttarlæknafrøði, kanningar, fysioterapi og ítróttarsálarfrøði. Eftirmetingin mælir eisini til tættari samstarv við Team Danmark og til at halda fram við arbeiðinum fyri at fáa Føroyar viðurkendar av Altjóða Olympisku Nevndini, IOC.
Samstundis verður ávarað ímóti at leggja ov stóran dent á úrvalsítrótt ov tíðliga. Í fleiri ítróttargreinum gevast nógv í tannárunum, og trupulleikin er serliga stórur millum gentur og ungar kvinnur. Í einum so lítlum samfelagi kann hetta munandi minka um grundarlagið undir framtíðar talentmenning.