Ongi úrslit

Nýtt krav til heilsurøktaranæmingar: Skulu standa allar yrkislærugreinar hvør sær

Heilsurøktaranæmingar á fleksleisti skulu nú hava í minsta lagi 02 í hvørjari yrkislærugrein fyri at sleppa víðari í útbúgvingini.

© Aditya Romansa / Unsplash
Nýggj krøv eru sett næmingum, sum taka útbúgvingina til heilsurøktara eftir fleksleistinum.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Nýggj krøv eru sett næmingum, sum taka útbúgvingina til heilsurøktara eftir fleksleistinum.

Sambært nýggjari kunngerð frá Mentamálaráðnum skulu næmingarnir hava fingið í minsta lagi 02 í øllum yrkislærugreinunum hvør sær fyri at halda fram á næstu útbúgvingareind. Í almennu lærugreinunum skal miðaltalið vera 02.

Hvør yrkislærugrein skal standast

Kravið merkir, at tað ikki er nóg mikið at hava eitt samlað miðaltal, sum er 02 ella hægri, í yrkislærugreinunum. Næmingurin skal hava í minsta lagi 02 í hvørjari einstakari yrkislærugrein.

Reglan er galdandi fyri næmingar, sum taka heilsurøktaraútbúgvingina eftir fleksleistinum. Hesir næmingar byrja í starvsvenjing samstundis, sum teir taka ástøðiliga partin av útbúgvingini. Fleksleisturin er nærri lýstur í námsskipanini.

Kom í gildi 14. august

Kunngerðin varð undirskrivað 12. august 2026 og givin út 13. august. Hon kom í gildi dagin eftir, 14. august.

Broytingin er gjørd í kunngerðini um útbúgving til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðiligan hjálpara.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 07:59

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 09:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 17:33

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Á Vaglinum valdar ruðuleiki og ongin politisk kós

14. august kl. 10:53