Ongi úrslit

Oliver Tree deyður í tyrluvanlukku

Skuldi vera høvuðsnavn á G!

Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Amerikanski tónleikarin Oliver Tree, sum skuldi vera altjóða høvuðsnavnið á G!-festivalinum í ár, er deyður 32 ára gamal í einari tyrluvanlukku í Brasil. Hetta skrivar fleiri altjóða miðlar.

Sambært frágreiðingum stoyttu tvær tyrlur saman í luftini nærhendis Rio de Janeiro. Oliver Tree var í aðrari tyrluni saman við fýra øðrum persónum, meðan ein persónur var í hinari. Øll seks fólkini lótu lív í vanlukkuni.

Oliver Tree var serliga kendur fyri hittini Life Goes On og Miss You, og hevði seinastu árini vunnið sær eina stóra altjóða áskoðarafjøld.

Orsøkin til vanlukkuna verður framvegis kannað av brasilianskum myndugleikum.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Bilur koyrt útav í Kollafirði

Í gjár kl. 00:02

Føroyskir skótar í Kambodja fyri at fáa altjóða limaskap

12. juni kl. 14:24

Løtumyndir - Country & Bluesfestivalurin

Í gjár kl. 17:27