Ongi úrslit

Oljustríð í Grønlandi: Amerikanskt felag flutti útgerð uttan loyvi

Amerikanskt oljufelag flutti útgerð til Nerlerit Inaat uttan neyðugu góðkenningarnar. Útgerðin skal nýtast til umstrídda oljuleiting í Jameson Land.

© Greenland Energy.
Amerikanska oljufelagið Greenland Energy hevur fingið eina hvassa ávaring frá grønlendsku myndugleikunum, eftir at útgerð varð flutt til Nerlerit Inaat uttan neyðugu góðkenningarnar.
Edmund Jacobsen
10 tímar síðan

Amerikanska oljufelagið Greenland Energy hevur fingið eina hvassa ávaring frá grønlendsku myndugleikunum, eftir at útgerð varð flutt til Nerlerit Inaat uttan neyðugu góðkenningarnar.

Danski sleipibáturin Bestla kom mikukvøldið til Nerlerit Inaat við einum prámi. Sambært Danwatch vóru ein gravimaskina og í minsta lagi 15 bingjur á práminum. Hósamorgunin sigldi sleipibáturin avstað aftur uttan last.

Permagreen Grønland, sum stóð fyri flutninginum, váttar, at útgerðin skal nýtast í sambandi við ætlaðu oljuleitingina hjá Greenland Energy í Jameson Land.

– Vit hava hjálpt Greenland Energy við sleipibáti og prámi. Talan er um maskinur og útgerð, sum skulu stuðla oljuleitingini, sigur Jeppe Steffensen, stjóri í Permagreen Grønland.

Útgerðin sleppur fyribils at standa

Grønlendska vinnu- og ráevnisdepartementið staðfestir, at loyvishavarin White Flame Energy ikki hevði fingið neyðugu góðkenningarnar, áðrenn flutningurin varð settur í verk.

Útgerðin varð flutt úr Dundas til Tasiilaq í september 2025. Tá hevði felagið góðkenning til at seta hana í land í Jameson Land. Góðkenningin er síðani farin úr gildi, og umsóknin um at endurnýggja hana er framvegis til viðgerðar.

Myndugleikarnir krevja ikki, at útgerðin verður flutt aftur til Tasiilaq, tí hon er goymd undir skipaðum umstøðum á Nerlerit Inaat. Hon má tó ikki flytast haðani, fyrr enn allar neyðugar góðkenningar eru fingnar.

Felagið fær samstundis eina hvassa átalu. Í framtíðini skulu allir flutningar fráboðast og góðkennast av ráevnismyndugleikunum, áðrenn teir verða framdir.

Mest lisið hesa vikuna

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

29. juli kl. 22:59

49.000 fólk brustu inn í Spania

18 tímar síðan

Myndir: Faroe Pride 2026

28. juli kl. 10:30

1,3 milliardir krónur í akkumuleraðum tapi í 6 ár, ið ongin ger nakað við

23 tímar síðan