Ongi úrslit

Ósemja um, hvør hevur tikið bókina av skránni

- Tey hava onga skyldu at kunna meg, varð sagt við Marjuna Syderbø Kjelnæs

Edvin H. Niclasen
23. januar 2025 kl. 18:00

Vísandi til greinina, ið varð skrivað fyrr í dag, um tað, at bókin Marta, Marta hjá Marjuni Syberbø Kjelnæs, ið skuldi vera partur av komandi Holocaust degnum, ið verður 27. januar, setti Dimma seg í samband við bæði fólk hjá Námi og rithøvundan.

- Nám hevur ikki tikið bókina Marta, Marta av Holocaust skránni, tað hevur rithøvundurin sjálvur gjørt. Tað er tann stutta versjónin. Fleiri viðmerkingar havi eg ikki í løtuni.

Soleiðis sigur Eyðun Gaard, stjóri á Námi, í aftursvari, vísandi til, at tað ikki eru tey, ið hava tikið bókina av skránni.

- Tað veit eg meg ikki hava gjørt. Eg fekk, sum eg havi nevnt, boð í farnu viku um at bókin varð tikin av skránni. Tað hevði verið frálíkt at fingið kunning um hetta, men tey hava onga skyldu at kunna meg, siga tey.

Hetta var tað, ið rithøvundin, Marjun Syderbø Kjelnæs, hevði at siga til svarið hjá Námi.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

Í gjár kl. 08:14