Ongi úrslit

Posta: Bara 16 prosent av burturkastinum verða endurvunnin

Bert 16 prosent av burturkastinum hjá Posta vórðu endurvunnin í 2025. Restin fór í høvuðsheitum til brenningar, vísir nýggja burðardygdarfrágreiðingin.

Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Bert ein lítil partur av burturkastinum hjá Posta verður endurvunnin. Nýggja burðardygdarfrágreiðingin vísir, at Posta framleiddi 46,1 tons av burturkasti í 2025. Av hesum fóru 7,4 tons til endurvinningar, meðan 38,7 tons fóru til brenningar.

Tað merkir, at 16 prosent av burturkastinum vórðu endurvunnin, meðan 84 prosent endaðu í brenning.

Møguleikar fyri menning

Tølini vísa, at burturkast framvegis er eitt øki, har Posta hevur stóran menningarmøguleika.

Samanborið við 2024 er samlaða burturkastnøgdin minkað úr 49,7 tonsum niður í 46,1 tons. Samstundis er nøgdin, sum fór til endurvinningar, minkað úr 8,5 tonsum niður í 7,4 tons.

Í frágreiðingini verður víst á, at ein partur av burturkastinum stavar frá felags kantinuni á Óðinshædd, sum eisini verður nýtt í sambandi við útleigu og tiltøk.

Vil hava meira til endurvinningar

Posta sigur í frágreiðingini, at felagið sær møguleikar á hesum økinum og hevur sum mál at styrkja arbeiðið við skiljing av burturkasti.

Dentur verður lagdur á at økja lutfallið av burturkasti, sum verður sent til endurvinningar komandi árini.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Oddmar Færø farin

Í gjár kl. 21:07

Bilur koyrt útav í Kollafirði

Í gjár kl. 00:02

Føroyskir skótar í Kambodja fyri at fáa altjóða limaskap

12. juni kl. 14:24

Løtumyndir - Country & Bluesfestivalurin

Í gjár kl. 17:27