Ongi úrslit

Postverk Føroya 50 ár: Posta bjóðar til almenna móttøku

Posta hátíðarheldur 50 ára dagin hjá Postverki Føroya við almennari móttøku, røðum, brellbitum og tónleiki við Guðrið Hansdóttir.

© Posta.
Í ár eru 50 ár liðin, síðan Heimastýrið yvirtók postverkið úr donskum hondum og Postverk Føroya varð sett á stovn.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Í ár eru 50 ár liðin, síðan Heimastýrið yvirtók postverkið úr donskum hondum og Postverk Føroya varð sett á stovn.

Posta bjóðar almenninginum til móttøku fríggjadagin 4. september í sambandi við, at 50 ár eru liðin, síðan Postverk Føroya varð sett á stovn.

Móttøkan verður í framleiðsluhølunum hjá Posta á Óðinshædd 2 frá klokkan 15 til 17. Á skránni verða røður og brellbitar, og Guðrið Hansdóttir fer at spæla.

Posta sigur, at felagið fegið vil hátíðarhalda dagin saman við teimum, sum gjøgnum árini hava verið partur av samstarvinum og søguni hjá føroyska postverkinum.

Føroyar yvirtóku postverkið í 1976

Heimastýrið yvirtók postverkið frá danska Post- og Telegrafvæsenet 1. apríl 1976. Nýggi stovnurin undir Landsstýrinum fekk navnið Postverk Føroya.

Yvirtøkan kom í kjalarvørrinum á samráðingum millum donsku stjórnina og Landsstýrið í 1975. Eitt veðrahorn varð valt sum búmerki hjá nýggja stovninum.

Frá Postverki Føroya til Posta

Í 2005 varð Postverk Føroya gjørt um til partafelag. Fýra ár seinni, í 2009, fekk felagið navnið Posta og nýtt búmerki. Landið eigur allan partapeningin.

Søgan um postflutning í Føroyum røkkur tó nógv longri aftur. Fyrsta føroyska posthúsið læt upp í Tórshavn 1. mars 1870.

Edvard Remberg, stjóri í Posta, bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum til 50 ára hátíðarhaldið.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 07:59

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 09:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 17:33

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Á Vaglinum valdar ruðuleiki og ongin politisk kós

14. august kl. 10:53