Rúnasteinurin, sum varð funnin í fornfrøðiliga útgrevstrinum á Sondum á Sandi, verður nú máldur upp og 3D-skannaður.
Tjóðsavnið ger eitt talgilt modell, sum bæði skal varðveita steinin og gera rúnurnar lættari at kanna. Við at broyta ljós og skuggar í modellinum ber til at fáa rúnaskriftina týðiligari fram.
Ein partur av steininum er brotin burtur, og nakrar av rúnunum eru tí kámaðar. Fornfrøðingar halda seg kortini kunna lesa orðini „hvílir“ og „her“. Tað kann benda á, at talan er um ein gravstein.
Rúnufrøðingur kemur til Føroya
Steinurin varð funnin í gólvinum í einum bygningi, sum fornfrøðingar halda vera eitt bønhús úr miðøld.
Í útgrevstrinum eru eisini funnin brot av eini lítlari standmynd av Mariu við Jesusbarninum, ein kola og ein fingurbolli.
Útgrevsturin heldur fram í august. Tá kemur ein rúnufrøðingur til Føroya at kanna steinin nærri. 3D-modellið verður seinni lagt út á 3D-portalin hjá Tjóðsavninum.