Ongi úrslit

Sámal Petur í Grund: Framúr góð kensla aftur at luttaka í ólavsøkuskrúðgonguni

Sámal Petur í Grund var aftur við í ólavsøkuskrúðgonguni, eftir at Sjálvstýri hevur fingið umboðan á Løgtingi.

© Sjálvstýri.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Ólavsøkan hevði í ár serligan týdning fyri Sjálvstýri. Tingmaður floksins, Sámal Petur í Grund, var aftur við í ólavsøkuskrúðgonguni, nú flokkurin aftur er umboðaður á Føroya Løgtingi.

Hann lýsti tað sum eina framúr góða kenslu. Sambært flokkinum var luttøkan ikki bara ein hátíðarlig løta, men eisini ein sjónlig staðfesting av, at Sjálvstýri aftur hevur fingið sæti og rødd á tingi.

Álitið krevur ábyrgd

Sjálvstýri vísir á, at politisk umboðan ongantíð kann takast fyri givið. Hon krevur áhaldni, trúfesti og álit frá veljarunum.

Flokkurin sigur seg vera takksaman fyri at vera aftur á tingi, men leggur samstundis dent á ábyrgdina, sum fylgir við sessinum.

– Nú ræður um at nýta sessin væl – til frama fyri fólkið, fólkaræðið og menningina av Føroyum sum sjálvstøðugari tjóð, sigur Sjálvstýri.

Mest lisið hesa vikuna

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

49.000 fólk brustu inn í Spania

Í gjár kl. 10:58

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

29. juli kl. 22:59

1,3 milliardir krónur í akkumuleraðum tapi í 6 ár, ið ongin ger nakað við

Í gjár kl. 06:00

Myndir: Faroe Pride 2026

28. juli kl. 10:30