Ongi úrslit

Setrið herðir góðskukrøvini: Skal styrkja álit og altjóða viðurkenning

Fróðskaparsetur Føroya hevur nú savnað alla góðskuskipanina á einum stað, so lesandi, starvsfólk og almenningur kunnu síggja, hvussu góðskan í útbúgvingunum verður tryggjað og ment.

© Fróðskaparsetur Føroya.
Sambært Martini Tvede Zachariasen, rektara, er eitt væl skipað góðskuarbeiði og ein gjøgnumskygd góðskuskipan ein fortreyt fyri, at Setrið kann taka lut í altjóða útbúgvingarsamstarvi sum Erasmus+.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Fróðskaparsetur Føroya hevur savnað og lýst góðskuskipanina á heimasíðu Setursins. Endamálið er at gera tað greiðari, hvussu útbúgvingarnar verða eftirmettar, mentar og góðskutryggjaðar.

Góðskuarbeiðið skal samstundis tryggja, at royndir og sjónarmið hjá lesandi verða tikin við, og at útbúgvingarnar framhaldandi lúka tørvin hjá bæði lesandi og samfelagnum.

Neyðugt fyri altjóða samstarv

Sambært Martini Tvede Zachariasen, rektara, er eitt væl skipað góðskuarbeiði og ein gjøgnumskygd góðskuskipan ein fortreyt fyri, at Setrið kann taka lut í altjóða útbúgvingarsamstarvi sum Erasmus+.

Skipanin hevur eisini týdning fyri, at útlendskir útbúgvingarstovnar og arbeiðspláss kunnu hava álit á prógvum frá Setrinum.

Góðskuarbeiðið tekur støði í evropeiskum meginreglum og standardum fyri hægri útbúgving. Tað merkir millum annað, at útbúgvingarnar regluliga skulu fylgjast, eftirmetast og mennast.

Skal styrkja álitið á útbúgvingunum

Felags evropeisk góðskutrygging skal eisini styrkja flytførið hjá føroyskum lesandi og gera tað lættari at fáa skeið og prógv viðurkend tvørtur um landamørk og útbúgvingarstovnar.

Góðskuskipanin hevur harumframt týdning fyri føroyska ynskið um atlimaskap í Erasmus+ og fyri, at Føroyar gerast partur av Bolognatilgongdini.

Á nýggju síðuni ber millum annað til at lesa, hvussu góðskuarbeiðið er skipað, hvørjar føroyskar og altjóða karmar tað byggir á, og hvørjar mannagongdir verða nýttar til eftirmeting og góðskutrygging.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 07:59

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 09:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 17:33

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Á Vaglinum valdar ruðuleiki og ongin politisk kós

14. august kl. 10:53