Snildbrillur (Smartglasses), sum kunnu taka myndir og filma nærum uttan at verða varnaðar, hava nú fingið politiskt uppmerksemi í Føroyum.
Bjørt Lind, løgtingskvinna, hevur sett Beinir Johannesen, løgmanni, ein skrivligan fyrispurning um váðan við snildbrillum í almenna rúminum. Hon vil eisini hava at vita, um galdandi reglur eru nøktandi, og um tørvur er á serligum avmarkingum ella forboði á ávísum støðum.
Fólk verða filmað uttan at vita av tí
Bakgrundin er, at sølan av snildbrillum sambært fyrispurninginum hevur tikið dik á seg seinastu tíðina. Brillurnar kunnu taka myndir og filmsupptøkur, brúkast til telefonsamrøður og tónleik, og nýggjari útgávur hava eisini funkur, sum nýta vitlíki.
Bjørt Lind vísir á fleiri dømi um, at fólk, serliga kvinnur, eru tikin upp við snildbrillum uttan at vita av tí. Upptøkurnar eru síðani lagdar út á sosialar miðlar.
Kann enda við forboði
Løgtingskvinnan spyr beinleiðis, um snildbrillur, sum kunnu taka fólk upp uttan teirra vitan, yvirhøvur eiga at vera loyvdar. Hon vísir eisini á, at serligt atlit eigur at verða tikið at børnum, ungum og øðrum, sum kunnu vera serliga útsett.
Samstundis verður víst á, at tøknin eisini kann hava gagnlig endamál. Snildbrillur kunnu eitt nú virka sum hjálpartól hjá blindum og sjónveikum, sum við hjálp frá vitlíki kunnu fáa upplýsingar um tað, ið er rundan um tey.
Fyrispurningurin varð latin Løgtinginum 18. august 2026.