Fyrrapartin var sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og Sp/f Lund um eina nýggja íbúðarverkætlan á Toftum.
Sp/f Lund er felagið hjá Jaspuri Langgaard á Nesi og Álvi Højgaard í Saltnesi.
Verkætlanin verður á einum øki við Lýðarsvegi, matr. nr. 404c, sum Nes kommuna hevði boðið út. Økið er umleið 1.900 fermetrar. Tá freistin at lata inn tilboð var úti 5. juni 2026, hevði kommunan fingið eitt tilboð.
Á býráðsfundinum 22. juni varð samtykt, eftir tilmæli frá teknisku nevnd, at taka av tilboðnum frá Jaspuri Langgaard og Álva Højgaard. Ætlanin hjá teimum er at byggja 10 íbúðir á økinum.
Byggingin verður býtt upp í trý hús. Tvey teirra verða við trimum íbúðum í hvørjum húsi, meðan hitt verður við fýra íbúðum. Húsini fáa eitt snið, sum er íblást av siðbundnum føroyskum húsum.
Norðsetur verður høvuðsveitari í sjálvari byggingini.
Við undirskrivaða sáttmálanum er næsta stig at gera økið byggibúgvið. Sp/f Lund fer tískil í næstum undir arbeiðið at fyrireika lendið til byggingina.