Ongi úrslit

Sterkt ár hjá SMS: Sølan nærkast 800 milliónum

SMS-samtakið hevði 30,7 milliónir krónur í avlopi eftir skatt og økti samstundis talið á starvsfólkum.

Edmund Jacobsen
7 tímar síðan

Nettosølan hjá SMS-samtakinum var 794,4 milliónir krónur í roknskaparárinum frá 1. mars 2025 til 28. februar 2026.

Avlopið áðrenn skatt var 36,6 milliónir krónur, meðan EBITDA-úrslitið var 75,7 milliónir. Sølan av matvørum gav 762,5 milliónir krónur, og leiguinntøkurnar vóru knappar 32 milliónir.

Íløgur fyri 81 millión

Samtakið gjørdi íløgur fyri góðar 81 milliónir krónur. Eginognin var 182,9 milliónir krónur, meðan samlaða skuldin var 314,7 milliónir.

Í miðal arbeiddu 327 fólk í samtakinum. Leiðslan væntar eitt úrslit á sama stigi í roknskaparárinum 2026/27.

Mest lisið hesa vikuna

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

49.000 fólk brustu inn í Spania

Í gjár kl. 10:58

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

29. juli kl. 22:59

1,3 milliardir krónur í akkumuleraðum tapi í 6 ár, ið ongin ger nakað við

Í gjár kl. 06:00

Myndir: Faroe Pride 2026

28. juli kl. 10:30