Ongi úrslit

Stjørnurnar taka Vágsbø

Summarfestivalurin
11 tímar síðan

Føroyskar og útlendskar stjørnur hava framførslur á fýra pallum í tríggjar dagar á Summar Festivalinum

Landsins størsta tónleikatiltak nærkast í hvørjum. Ólavsøka er farin aftur um, og nú er Summar Festivalurin næsta stóra tiltakið í Føroyum.

Í døgunum frá 6. til 8. august verður festivalurin í Klaksvík hildin, og skráin fyri festivalin er kunngjørd. Hon sæst á heimasíðuni sf.fo.

Útlendsk høvuðsnøvn á Summar Festivalinum í ár eru Rasmus Seebach, Andreas Odbjerg og ItaloBrothers. Millum kendu føroysku nøvnini eru Hamradun, Annika Hoydal, Dynamit, Lena Anderssen og Faroe5.

Summar Festivalurin varð hildin fyrstu ferð í 2004, og eftir fáum árum menti tiltakið seg til at vera størsta tónleikatiltak í Føroyum. Festivalurin hevur verið hildin á hvørjum ári síðani – undantikið koronuárini, tá ið tveir festivalar vórðu avlýstir. Í ár er tað tí tann 21. Summar Festivalurin, sum stendur á skránni.

Ígjøgnum árini hevur Summar Festivalurin hýst nakrar av størstu konsertum í Føroyum – bæði tá ið tað kemur til áhoyratal, bólkar á palli og tekniska útgerð. Nøvn sum eitt nú Roxette, Westlife, Zara Larsson, Europe, The Scorpions, Cliff Richard, Mika, Twisted Sister, Olly Murs, Alan Walker, Melanie C, Suzi Quatro hava spælt á Vágsbø.

Føroyskir tónleikarar hava á hvørjum ári spælt ein stóran leiklut, og føroyskir bólkar hava staðið fyri nógvum minniligum konsertum.

Í ár verða konsertir og framførslur á fýra ymiskum pallum. Tær størstu konsertirnar vera sum vant á Vágsbø, aðrar verða í Tjaldinum og á Torginum. Haraftrat verður eisini undirhald og framførslur á pallinum í Silvalandi, sum er fyri familjurnar.

Mest lisið hesa vikuna

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

29. juli kl. 22:59

49.000 fólk brustu inn í Spania

18 tímar síðan

Myndir: Faroe Pride 2026

28. juli kl. 10:30

1,3 milliardir krónur í akkumuleraðum tapi í 6 ár, ið ongin ger nakað við

23 tímar síðan