Ongi úrslit

Stórur áhugi á Glasi: Nú verða tríggir vísindaklubbar

Eftir stóran áhuga og meira enn 50 børn á bíðilista í fjør verður Vísindaklubbin á Glasi nú víðkaður úr einum til trý tilboð.

Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Vísindaklubbin á Glasi verður munandi víðkaður í heyst. Í fjør var bert eitt tilboð, men nú verða tríggir klubbar, eftir at meira enn 50 børn stóðu á bíðilista í 2025.

Virksemið verður í viku 43 til 49. Tilboðini fevna um evnafrøði og heimsspeki fyri børn í 4.-5. flokki og materialfysikk fyri børn í 5.-6. flokki.

Stórur áhugi longu í fjør

Vísindaklubbin varð royndur í Føroyum á fyrsta sinni í 2025 við einum evnafrøðiklubba. Undirtøkan var so stór, at fleiri enn 50 børn ikki sluppu framat.

– Tað er frálíkt, at vit nú kunnu geva enn fleiri møguleika at luttaka í einum frítíðartilboði, har tey kunnu lata forvitnið sleppa framat saman við øðrum, sigur Eyðstein Simonsen, útbúgvingarleiðari á Glasi.

Børnini verða nevnd minigranskarar og fáa undirvísing frá sjálvbodnum miðnámsskúlanæmingum. Skeiðini eru ment í samstarvi við granskarar á donskum universitetum og lagað námsfrøðiliga til aldurin hjá børnunum.

Fyrst til mølluna

Tilmeldingin letur upp sunnudagin 30. august klokkan 9 føroyska tíð. Tey, sum melda seg til fyrst, fáa pláss, og fyriskipararnir vænta aftur stóran áhuga.

Vísindaklubbin er eitt ókeypis frítíðartilboð. Í Føroyum verður virksemið á Glasi stuðlað av Lív.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 07:59

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 09:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 17:33

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

Í gjár kl. 18:12

Á Vaglinum valdar ruðuleiki og ongin politisk kós

14. august kl. 10:53