Ongi úrslit

Svarið er malið neytakjøt. Svarið er tjóðarsemja. Svarið er loysing

Røða hjá Eiriki á fólkafundinum á Doktaragrund í gjár, ólavsøkudag

Eirikur í Jákupsstovu
4 tímar síðan

Góðu tjóðskaparfólk, tjóðarbyggjarar, loysingarfólk!

“Um tað passar, at mann verður til tað, sum mann etur, so eru føroyingar 80 prosent malið neytakjøt.”

Eg hoyrdi hesa útsøgnina einaferð. Eg eri ikki heilt vísur í, hvør eigur orðini. Eg eigi tey ikki. Men eg hevði viljað, at eg fann uppá tey.

Tí eg síggi tað í øllum førum eitt sindur fyri mær. Ein tekning av einum menniskja. Kanska í stíl við Vetruviska mannin hjá Leonardo da Vinci. Tit vita hasin flotti, blýantsteknaði maðurin í einum fýrakanti og einum rundingi, sum er uppi á onkrum evru-myntum eisini. Og so hevur Ole Wich eisini akkurát sett hann í ein bil.

Tað síggi eg fyri mær. Og nú generaliseri eg uppá tað ringasta um føroyingin. Tí eg síggi ikki endiliga ein høgan væl bygdan mann sum hjá da Vinci, men eitt menniskja, sum er eitt sindur lægri, og nokk eisini eitt sindur rundari. Í øllum førum sambært Heilsustýrinum.

Síggja vit inn um húðina, so er tað frá iljunum og umleið upp um búkin alt malið neytakjøt – ella hakkað oksakjøt, sum tað ofta eitur í kølidiskinum, óansæð um tað hevur verið kúgv, tarvur ella onkuntíð ross, sum er í pakkanum.

Hyggja vit frá búkinum og uppeftir má eitt petti so vera til eplir, búff, flak og sós, og er tað ein miðaldrandi maður, so eitt sindur av pasta, sum hann hevur etið við ringum tannabiti, tí tað vilja børnini eta.

Og so ovast uppi. Kanska frá eygunum og upp eftir, er alt tað vit hava í ítróttarsanginum – seyðarhøvd, skerpikjøt, tvøst og spik – sum fylla eitt lítið prosent av gerandis-føroyinginum, men ofta fyllir allar mest, tá vit tosa um okkara eyðkenni.

Sjálvandi eru vit ikki øll eins. Tey, sum ikki eta pitsa eru fá eftir hondini. Sushi fæst á øllum teimum størru plássunum – eisini í Klaksvík – og fleiri og fleiri eta bjølgmeti.

Men vit eru ikki meira ymisk enn so, at tey flestu framvegis fyri tað mesta eru malið neytakjøt.

***

Útsøgnin um malna kjøtið hevur sama tema sum mítt yndis listaverk yvir øllum: Føroyska flaggið hjá Edwardi Fuglø við heitinum “Nation Building”, sum er gjørt burtur úr gerandisvørum hjá føroyingum, har Knorr, Nestle og First Price hava flestu plássini á myndini, men skapið kortini verður til eitt føroyskt flagg.

Jú, vit eru føroyingar serstøk tjóð, sum Poul F skrivaði, men vit eru heldur ikki so ekstremt serstøk. Og tað havi eg tað gott við.

Ella í veruleikanum hevði tað verið nógv betri, um vit vóru ein eitt sindur minni serstøk tjóð.

Tað hevði til dømis verið framúr at verðið ein vanlig tjóð.

Hatta slagið av tjóð, sum hevur ein stat, og ikki eitt slag av tjóð, sum á øllum heimskortum hevur eina parantes aftanfyri, har navnið hjá einum øðrum landi stendur.

Ta støðuna hoyrdu vit um her í fjør, tá Pál Joensen helt eina rørandi røðu beint her, har hann millum annað kom inn á, hvussu tað upplivdist at vera til Olympisku Leikirnar, har hann sum eitt undantak var sloppin at taka eitt lítið Merki við sær og sá stórt í tí, meðan liðfelagarnir høvdu fult fokus á ítróttaligu uppgávuna og ikki spekuleraðu eina ferð uppá, um teirra flagg líka nart við jørðina ella onkur traðkaði eitt sindur á tað.

Tað var tað, sum eg vónaði, at ein samgonga eftir valið í mars fór at arbeiða við. At fremja tjóðarsemjuna um at skipa Føroyar sum stat, sum hevur samstarv við Danmark.

Úrslitið bleiv ikki sum vónað. Nú eru 4 flokkar, sum vilja meira Føroyar og minni Danmark í andstøðu. Og so eru 2 flokkar, sum siga seg vilja meira Føroyar og minni Danmark, sum eru farnir í eina samgongu, sum flestu dagarnar ljóðar sum hon verður stýrd av tí eina flokkinum, sum onki vil.

Sambandsflokkurin, sum ikki vil byrja við tí, sum vit síggja í speglinum, men heldur vil hava allan heimin at gera serskipanir til okkum. Vit eru nevniliga so serliga serstøk undir Danmark, og mugu ómøguligt blíva líka sum hini londini í verðini.

Tað mest sjónliga dømið higartil uppá hendan politikkin var, tá tey heittu á formansskapin í danska tinginum at hjálpa við olympiskari luttøku. Fólkatingið tók áheitanina til sín og sendi bræv til altjóða olympisku nevndina. Nærmast dagin eftir kom svarið og tað var greiðari enn nakrantíð. Føroyar hoyra ikki til Olympisku Leikirnar, tí fyri at luttaka har skal mann vera ein statur.

Ella sum nevndin segði við AP tíðindastovuna:

“The Olympic Charter has for 30 years defined a country that can have an official team as “an independent state recognized by the international community.””

Og so líka sum fyri at koyra salt í sárið, løgdu tey afturat:

“This position has been explained and communicated very clearly to the concerned parties on numerous occasions over the past years.”

Eg standi ikki og finni uppá, hatta skrivaðu tey veruliga.

Altso at viðkomandi partarnir hava fingið greiða frágreiðing og kunning um hesa støðuna fleiri ferðir seinastu árini.

Ella nakað, sum kann umsetast til: Vit fara ikki at broyta okkum fyri tykkara skyld. Komið aftur, tá tit hava broytt tykkum. Komið aftur, tá tit eru ein vanligur sjálvstøðugur statur.

Men tað tykist ikki sum, at landsstýrið enn hevur skilt boðskapin.

Tey vita jú, at mann í ítrótti skal royna at halda við Føroyum og ikki minst føroysku hondbóltslandsliðunum. Ikki minst nú menninir eru so góðir, at teir kunnu risikera at verða raktir av OL reglunum innan eitt hálvt ár.

Men uppskriftin hjá landsstýrinum er ikki broytt. Tey ætla at royna at gera tað sama, sum Føroyar hava gjørt fyri at røkka OL limaskapi tey seinastu nógvu árini. Eg veit ikki, um tey vænta eitt annað úrslit. Onkuntíð er lættari at gera tað sama sum higartil, sjálvt um mann veit, at tað gevur sama úrslit sum higartil.

Øll onnur hava skilt boðskapin. Landsliðsvenjarin hjá hondbóltsmonnunum varð til dømis spurdur av donskum miðlum, um vit skuldu vænta, at onkrir av føroysku spælarunum fóru at vilja umboða Danmark til Olympisku Leikirnar.

Eg veit ikki um eg bleiv kløkkur av svarinum, men eg bleiv í øllum førum glaður, tá hann svaraði, at tað ikki fer at verða aktuelt fyri nakran av teimum. Ikki ein tann einasta av teimum.

***

Við slíkum útsagnum blívur støðan hjá okkum veruliga einfald.

Vilja vit byggja meira uppá Føroyar sum ítróttartjóð og geva okkara bestu høvið at kappast á allar størsta pallinum, so mugu vit broyta Føroyar. So mugu vit gevast at siga, at vit eru í einari so serstakari skipan, at hon ikki kann broytast. So mugu vit fara í eina vanliga skipan, har evsta valdið liggur hjá fólkinum í Føroyum og ikki onkustaðni í Danmark.

Men higartil tykist tað í øllum førum sum um, at vit hava eina samgongu, sum hvørki heldur betri møguleikar til okkara ítróttarfólk, ella betri møguleikar til okkara vinnulív vera nóg góðar grundir til at gerast eitt sjálvstøðugt land.

Tað virkar sum, at øll samgongan nú er samd um ætlanina hjá Sambandsflokkinum um “Nýtt Samband”, sum tá tað kemur til stykkis ikki er annað enn, at danir skulu hjálpa føroyingum at fortelja heiminum, at Føroyar eru serstøk tjóð, sum heimurin skal innrætta seg eftir.

Tá blívur tað akkurát sum við brævinum til Olympisku Nevndina. Føroyar og Danmark siga, at felagsskapir úti í heimi skulu broyta sínar reglur fyri at rúma Føroyum. Men felagsskapirnir siga, at vit mugu broyta okkum. Og tá vinnur verðin altso á danska kongsríkinum.

Hetta ljóðar nokk sum ein sjálvfylgja hjá okkum øllum, sum eru her í dag. Og eg skilji veruliga ikki, at tað skal vera nakað annað enn tað.

Er tað veruliga soleiðis, at fólk vænta, at Mette Frederiksen – sum ein annar Donald Trump mótvegis Gianni Infantino við strikaða reyða kortinum hjá Balogun – skal fara við Beinir Johannesen á lærinum á rundferð kring heimin – fyrst til IOC-forsetan Kirsty Coventry, síðan til EFTA-londini og so framvegis, og so er alt sum gandur fingið upp á pláss?

Og fara vit so langt sum at ímynda okkum, at tað skuldi borið til. Hvussu ólukkan skal tað vera ein lættari loysn enn at Føroyar og Danmark skipa seg øðrvísi innanhýsis?

Tað er mín spurningur, og fyri meg er svarið greitt.

Svarið er at gera líka sum hini londini í heiminum. Svarið er malið neytakjøt. Svarið er tjóðarsemja. Svarið er loysing.

***

Tað eru 8 ár síðan eg seinast og fyri fyrstu ferð fekk heiðurin frá Unga Tjóðveldi at standa  á hesum steininum og siga nøkur orð. Stóra takk fyri heiðurin at gera hetta aftur. Tá endaðu vit við at rópa loysing, men tað bleiv eitt sindur hálvt, tí eg tordi ikki ordiliga, so eg haldi vit skulu gera tað aftur í dag.

Eru tit klár?

1, 2, 3, Loysing!

Mest lisið hesa vikuna

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

Myndir: Faroe Pride 2026

28. juli kl. 10:30

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

20 tímar síðan

Tórsfest - Benjamin Hav: - Eg kenni meg longu sum føroying

26. juli kl. 13:30