Tað endaði við málleysum javnleiki, tá ið Víkingur og B36 í fínum líkindum spældu fyrsta dystin í 20. umfari í Meistaradeildini. B36 er í kvøld á triðja plássi við 34 stigum, og Víkingur er á fimta plássi við 33 stigum.
Saman við B36 og Víkingi er HB í løtuni við í kappingini um bronsukrónurnar og europeisku atgongumerkini. HB hevur 33 stig, og sunnudagin fær HB vitjan av 07 Vestur, sum stríðist fyri lívinum í bestu deildini.
Fríggjakvøldið um eina viku verður aftur lykladystur í Sarpugerði, tá ið Víkingur fær vitjan av HB. Annan sunnudag fer B36 at spæla á heimavølli ímóti B68, sum stríðist fyri lívinum í bestu deildini, og sum nú sunnudagin fær vitjan av Skála ÍF, ið er í somu støðu sum B68.
Í fyrra hálvleiki var Víkingur væl meiri á bóltinum og meiri í álopsstøðu, og tá vóru fleiri spentar støður í B36 brotsteiginum, men miðverjan við Mattias Weihe Joensen og Heina Vatnsdal blokeraði fleiri ferðir, og einaferð bjargaði Heini Vatnsdal á málstrikuni.
Eftir steðgin var B36 betri við í spælinum, og tá vóru onkrar heilt góðar støður í brotsteiginum hjá Víkingi. Tann størsta møguleikan hevði álopsspælarin William Rygaard eftir innlegg úr høgru frá Bergi J. Poulsen, sum í kvøld var vongverji í høgru, og Hannes Agnarsson var vongverji í vinstru. William Rygaard var í góðari støðu við handara stólpa, men við høvdinum stýrdi hann bóltin framvið handara stólpa.
Í kvøld var Aron Benjaminsen leikbannaður, og tað sást aftur í tyngdini og broddinum í álopsspælinum, sum ikki var, sum tað plagar at vera, tá ið Aron Benjaminsen bjóðar av.
Víkingarnir royndu seg við uppspæli í borðunum við tí ætlan, at vongverjarnir Jósef Ólavsson Gleðisheygg og Ingi Jonhardsson skuldu leggja innfyri. Vandamiklastu støðurnar vóru, tá ið bólttryggi miðvallarin Arnór Brandsson eitt sindur í vinstru neyvt legði bóltin fram millum vongverjan og miðverjan. Fleiri ferðir rann Ingi Jonhardsson seg leysan, men undir málinum eydnaðist tað ikki eftir flatt innlegg at stýra bóltin í málið. Fram ímóti dystarloki tók Ingi søkina í egnar hendur, og tá eydnaðist honum at fáa bóltin framvið Silasi Eyðsteinsson í B36 málinum, men bólturin brast í stólpan og fór so av vøllinum.
Bogi Reinert-Petersen, sum síðstu tíðina ofta hevur verið miðverji, var í kvøld sentralur miðvallari hjá B36. Fram ímóti dystarenda sá hann gula kortið fyri aðru ferð, og so var árstalsfelagið undirmannað síðstu minuttirnar. Útvísingin skapti øsing við sær á B36 beinkinum, og so sá ein av hjálparmonnunum reytt.
Hjá Víkingi var Aron Jarnskor Ellingsgaard ikki við, tí hann var sjúkur. Miðvøllurin var mannaður við sera evnarík 16 ára gamla Rósing Sverrason Toyt, sum fyri fyrstu ferð var á besta liðnum og 19 ára gamla Arnór Brandsson saman við Sølva Vatnhamar, ið er eldri enn hinir báðir – tilsaman.