Ongi úrslit

Teir flestu lærlingar fáa frádrátt - eisini tá ið teir fara í barsil

Áki Bertholdsen
7 tímar síðan

Tað er vanligt, at lærlingar fáa frádrátt í skattinum, eisini tá ið teir fara í barsil. Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum

Kristian Krog Hentze, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hann, bvussu eru viðurskiftini við lærlingafrádrátti hjá lærlingum, tá teir eru í barnsburðarfarloyvi

Lærlingar fáa ein frádrátt, har teir kunnu draga 50.000 krónur frá lønini, áðrenn skattur verður roknaður. Fevnir lærutíðin bara um ein part av árinum, er frádrátturin eisini lutfalsligur.

Í fjør viðgjørdi Taks spurningin um, hvussu lærlingafrádrátturin skal viðgerast tá ið lærlingur fer í barsil og í tí sambandi varð eisini samskift við Yrkisdepilin.

Tá var niðurstøðan at tað, sum er avgerandi, er, um lærutíðin er galdandi ella ikki.

Fyri at lærlingur skal fáa frádrátt, skal hann hava lærusáttmála. Yrkisdepilin hevur upplýst, at tað er vanligt at lærupláss og lærlingur gera avtalu um at leingja lærutíðina.

Tá lærutíðin verður longd, er lærlingurin framhaldandi fevndur av lærusáttmálanum og tískil hevur hann eisini rætt til frádrátt í  barsilstíðini, sigur Aksel V. Johannesen.

Mest lisið hesa vikuna

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 09:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 17:33

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Tit hoyra okkum, men tit lurta ikki: Viðmerking til borgarstjóran

18. august kl. 08:52

Fara at bora Kalsoyartunnil í morgin, sum ein annan dag

16. august kl. 10:32