Ongi úrslit

Tvær grýlur ganga ígjøgnum Europa: kommunisman og fascisman

Sámal Matras Kristiansen
28 minuttir síðan

Eg gjørdist bæði illur og keddur, tá ið eg leygarmorgun sá myndirnar av brennandi ráðhúsinum í Limoges. Mítt frankofila hjarta bløðir av at síggja skilið í forfedranna landi. At fólkaræðið er í vanda, hevur leingi verið eyðsýnt, men at brenna eitt ráðhús niður er eitt beinleiðis og symbolskt álop á franska fólkaræðið. Frankaríki er vorðið eitt sera polariserað samfelag, har vinstravíðgongd og høgravíðgongd seta dagsskránna og har Emmanuel Macron forseti situr hendur í favn og lítið annað fær gjørt enn at bíða eftir forsetavaliinum í vár.

“Eitt spøkilsi gongur ígjøgnum Europa; kommunismunnar spøkilsi”. Soleiðis byrjar Karl Marx Kommunistiska Manifestið. Í hesum halloween-tíðum ganga fleiri grýlur ígjøgnum Europa: kommunisman og fascisman, umframt fleiri aðrar líknandi harðrendar hugsjónir ílætnar sum flokkar ella áhugabólkar. Roynt hevur verið at ignorera teir, halda teir uttan fyri ávirkan, enntá at draga teir í rættin, men hvørja ferð koma teir enn máttmiklari aftur. Í Frankaríki varð Marine le Pen dømd úti, men vendi aftir í gráum kálvsskinni.

Fyrr í heyst varð nógv tosað um góða valúrslitið hjá AfD (Alternative für Deutschland) í Sachsen-Anhalt, og fyrr í hesum mánaðinum fekk flokkurin landstingsformannin fyri eysturtýska deilstatin. Møguliga fær AfD harumframt stjórnarvaldið seinni í ár. Í farnu viku bórust tíðindi um, at kommunistarnir høvdu fingið stjórnarvaldið í næststørsta eysturríkska býnum, Graz, og í týska høvuðsstaðnum Berlin er ikki langt frá, at vinstravíðgongdi Linke kann fáa valdið.

Hvussu leikur ferst, vil tíðin vísa, men í løtuni bendir nógv á, at miðjan stendur fyri falli, bæði í Týsklandi, Frankaríki, Italia og fleiri øðrum europeiskum londum. Í Italia hevur høgrapopulistiska Fratelli d’Italia (Italsku brøðurnir) við Giorgia Meloni á odda longu havt valdið síðani 2022, men nú verður hon trýst av enn meiri høgravíðgongda flokkinum Futuro Nazionale (Tjóðarinnar framtíð). Her er talan um eina hugsjónarliga glíðibreyt.

Í Frankaríki bendir alt meiri á, at Rassemblement National (Tjóðarfylkingin) við Marine Le Pen á odda fer at vinna forsetavalið, og harðskapurin seinastu vikurnar tykist at geva henni viðrák. Hinumegin stendur m.a. Jean-Luc Mélenchon og hansara La France Insoumise (Frankaríki ókúgað), ið er ein vinstravíðgongdur flokkur við støði í kommunismuni og øðrum vinstravíðgongdum hugsjónum. Tað er møguleiki fyri, at valið komandi vár fer at standa júst millum Rassemblement National og France Insoumise, og hendir tað, verður uppreisturin í heyst helst lítið av miklum. Um Frankaríki skuldi fingið eina antin høgravíðgongda ella vinstravíðgogda stjórn, er stórur vandi fyri enn ógvisligari borgarakrígslíknandi harðskapi.

Hugsi at niðurbrenningin av ráðhúsinum í Limoges er bert ein forsmakkur uppá, hvat kann henda bæði í Frankaríki og í øðrum londum kring Europa. Vinstravíðgongdu og høgravíðgongdu grýlurnar finnast í nógvum hamum: kommunistar, sosialistar, anarkistar og jihadistar øðrumegin; fascistar, nationalistar, nazistar og rasistar hinumegin. Talan er í báðum førum um greitt anti-fólkaræðisligar hugsjónir. Bæði í Frankaríki og Týsklandi hevur man roynt at leggja løgfrøðiligar fótonglar fyri høgravíðgongdu flokkarnar, ið verða sæddir sum ein eksistentiell hóttan ímóti londunum báðum. Hetta er enn ikki eydnast, og nú tykist sum vinstravíðgongdu fíggindarnir hjá teimum høgravíðgongdu flokkunum eru við at gerast desperatir og tískil gerast alsamt meiri harðrendir og ófyrigevandi.

Tapararnir í øllum hesum eru moderatu, fólkaræðisliga sinnaðu flokkarnir. Fólkaræðisligu leiðararnir, Macron, Merz o.s.fr. hava spælt fallitt og megna ikki at loysa tær grundleggjandi avbjóðingar, ið plága teirra lond. Høgra- og vinstravíðgongdu grýlurnar kunnu væl hugsast aftur at gerast statsberandi flokkar, eins og vit sóu fyri hundrað árum síðani.     

Mest lisið hesa vikuna

Nú er nýggjur stjóri settur

18 tímar síðan

Stormurin í gjár kravdi eitt mannalív

15. oktober kl. 07:52

Ávaring frá løgregluni til  fólk í Hvalvík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:56

Brutto lønarhækkan/pensjónshækkan fyri 2026

15. oktober kl. 21:43

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

Í gjár kl. 09:40

Skuldsetur fyri at vísa seg fyri teimum í svimjihøllini

16. oktober kl. 08:18