Í gjárkvøldið steðgaði løgreglan einum prutli í Vágum við tveimum unglingum á.
Lítil prutl, sum bara koyra 30 kilometrar um tíman, eru bara gjørdir til eitt fólk, so tað er ólógligt at hava fólk á setrinum aftan fyri føraran.
Hesir bæði vóru yvir 15 ár, so tey fáa bæði bót og bótin er 1.000 krónur í part.
Samstundis fær førarin eisini bót fyri at koyra á prutli við ongari nummarplátu, tann bótin er 700 krónur.