Ongi úrslit

USA í søguligum skuldarholi: Ríkisskuldin farin upp um 40.000 milliardir dollarar

Ríkisskuldin í USA er farin upp um 40.000 milliardir dollarar. Samstundis vaksa rentuútreiðslurnar og leggja alsamt størri trýst á bæði ríkiskassan og amerikanska búskapin.

© Harold Mendoza / Unsplash
Capitol Hill, Whasington DC.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Ríkisskuldin hjá USA hevur sett nýtt met. Sambært amerikanska fíggjarmálaráðnum var skuldin týsdagin komin upp á 40.050 milliardir USD, sum svarar til umleið 256.181 milliardir krónur. Tað skrivar CNN.

Skuldin er vaksin við 2.900 milliardum USD, umleið 18.550 milliardum krónur, seinasta árið. Tað svarar til ein vøkstur á 7,8 prosent. Bara seinastu fimm mánaðirnar er skuldin vaksin við 1.000 milliardum USD, umleið 6.397 milliardum krónum.

Skuldin veksur skjótari enn vænta

Markið á 40.000 milliardir USD varð rokkið nógv fyrr enn væntað. Í mai 2023 metti Congressional Budget Office, at USA ikki fór at røkka hesum markinum fyrr enn í fíggjarárinum 2028.

– Vit seta veruliga búskapin og framtíð landsins í vanda, sigur Michael Peterson, stjóri í Peter G. Peterson Foundation sambært CNN.

Hann vísir á, at skuldin kann røkka 50.000 milliardum USD innan seks ár, heldur gongdin fram.

Renturnar taka alsamt størri part av ríkiskassanum

Samstundis brúkar amerikanski staturin nógv meira, enn hann fær inn. Fyrstu tíggju mánaðirnar av fíggjarárinum var hallið 1.800 milliardir USD, umleið 11.514 milliardir krónur. Útreiðslurnar vóru 6.280 milliardir USD, meðan inntøkurnar vóru 4.490 milliardir USD.

Rentuútreiðslurnar verða væntandi meiri enn 1.000 milliardir USD, umleið 6.397 milliardir  krónur, í hesum fíggjarárinum. Tær eru meira enn trífaldaðar seinastu fimm árini og eru nú umleið líka stórar sum útreiðslurnar til Medicare.

Hægri rentur raka húski og vinnulív

Vaksandi skuldin merkist eisini á fíggjarmarknaðinum. Rentan á 30 ára amerikanskum ríkislánsbrøvum er komin á hægsta stig síðan 2007.

Hægri rentur á ríkislánsbrøvum kunnu gera bústaðarlán, billán og vinnulán dýrari. Samstundis vaksa lániútreiðslurnar hjá amerikanska statinum, og tað ger tað enn dýrari at fíggja ta vaksandi ríkisskuldina.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 07:59

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 09:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 17:33

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Á Vaglinum valdar ruðuleiki og ongin politisk kós

14. august kl. 10:53