Ongi úrslit

Vatnkríggj og fiskikapping í dag

Alt tað stuttliga byrjar longu í dag.

© Føroya Sjómannadagur
Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Sjómannadagurin í Klaksvík verður í morgin, men alt tað stuttliga byrjar longu í dag.

Í dag, fríggjadagin 21. august, verður nevniliga nógv lív og rørslur á Kósabrúnni og á Vágni.

Kl. 17.00 verður fiskikapping fyri øll børn á Kósabrúnni. Børnini skulu sjálvi hava tráðu og bjargingarvest við, og fyrireikararnir heita á fólk um at møta í góðari tíð.

Bæði børn og vaksin fáa kaffi, kakao og góðgæti.

Kl. 18.00 byrjar stóra vatnkríggið. Skip og bátar leggja at Kósabrúnni og taka fólk umborð, áðrenn vatnkríggið fer í gongd millum bátarnar á Vágni.

Sløkkilið og bjargingarfeløg verða eisini við.

Vatnkríggið heldur fram, til sjóverjuskipið blæsur tríggjar ferðir við skipslúðrinum sum tekin um, at kríggið er av.

Tað verður altso lagt upp til ein stuttligan seinnapart fyri bæði børn og vaksin.

Mest lisið hesa vikuna

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 09:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 17:33

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Tit hoyra okkum, men tit lurta ikki: Viðmerking til borgarstjóran

18. august kl. 08:52

Fara at bora Kalsoyartunnil í morgin, sum ein annan dag

16. august kl. 10:32