Forsøgn galdandi til leygarmorgunin
Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum seinnapartin lækkar og minkar niður í eitt lítið lot vestan, minni enn 5 m/s. Skýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt. Hitin 7 til 12 stig.
Leygardagin
Lot til frískt lot vestan ella av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum sólglottar. Hitin 9 til 14 stig.
Sunnudagin
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað og okkurt ælið, men um náttina fer at regna. Hitin 9 til 14 stig.
Mánadagin
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, sum frá líður lækkar í sunnan og minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Skýggjað við sólglottum og fyrst regn, men sum frá líður bert okkurt ælið. Hitin 10 til 15 stig.
Týsdagin
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 10 til 15 stig.
Mikudagin
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, sum seinnapartin hækkar í eystan. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 8 til 13 stig.