Forsøgn galdandi til mánamorgunin
Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, klárt ella smáskýggjað við sól ella sólglottum, í støðum mjørki. Tá líður á seinnapartin dregur á luftina. Í kvøld og í nátt lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, samdrigið og turt. Hitin 8 til 12 stig.
Mánadagin
Lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Seinnpartin gongur hann eysturum til landnyrðing og um kvøldið niður í eystan. Alllan dagin samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 12 stig.
Týsdagin
Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Seinnapartin veksur vindurin upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, meðan hann gongur niður í landsynning. Um kvøldið og náttina regnar. Hitin 8 til 13 stig.
Mikudagin
Lot til frískt lot av landsynningi og suðuri, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 9 til 14 stig.
Hósdagin
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið í støðum. Hitin 9 til 14 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt lot millum landsynning og útsynning, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft við ælaveðri. Hitin 8 til 13 stig.