Ongi úrslit

Verjan verður avgerandi

Um eina viku fæst at vita, um KÍ verður partur av europeiska bólkaspælinum í heyst

© Mynd: KÍ
Jóannes Hansen
1 tími síðan

Fríggjadagin 28. august verður lutakastið, har tað verður greitt, hvussu skráin verður í UEFA Conference League í heyst. Fyrstu dystirnir vera 15. oktober, og sætta og seinasta umfar verður 17. desember ella eina viku undan jólaaftan.

Um KÍ verður við í lutakastinum annan fríggjadag fæst at vita hóskvøldið um eina viku. Tá fara Riga FC og KÍ at spæla avgerandi dystin í Riga. Í kvøld hittust tey í Klaksvík, og tá var úrslitið málleysur javnleikur.

Í kvøld spældi KÍ við tveimum í miðverjuni – Gilla Rólantsson Sørensen og Gaston Nicolas Tellechea. Tað bar við sær, at pláss var fyri einum manni longri frammi á vøllinum, uttan at tað eydnaðist at skjóta mál.

Oftast hevur KÍ í europeiskum fótbólti spælt við trimum í miðverjuni. Tað verður roknað við, at KÍ um eina viku í Riga fer at vera í væl kendu útgávuni í verjuni. Deni Pavlovic hevur fleiri ferðir verið í miðverjuni. Í kvøld var hann á beinkinum alla tíðina.

Ein annar miðverji, Odmar Færø, var í kvøld millum áskoðararnar. Hann hevur ikki verið aftur í dysti, síðani hann 15. juli varð illa skaddur í UEFA Champions League dysti í Luksemborg varð illa skaddur í høvdinum. Nú er hann um at vera tøkur aftur, og úr Klaksvík frættist, at hann møguliga verður á listanum, tá ið KÍ sunnudagin í toppdysti í Meistaradeildini fær vitjan av NSÍ.

Tá ið dysturin í Klaksvík í kvøld var liðugur, var tað skjótt, at tey í KÍ leguni fluttu fokus á landskappingardystin, sum verður klokkan 15 sunnudagin. Tá stendur oddasessurin í Meistaradeildini upp á spæl. Einki er at ivast í, at akkurát nú verður dysturin sunnudagin roknaður at vera ársins dystur hjá KÍ.

Um tað skal eydnast KÍ at vinna seg víðari í Europa, so verður neyðugt at skjóta mál. Í kvøld fór KÍ fyri fimtu ferð á rað av vøllinum eftir altjóða dyst uttan at hava skorað. At KÍ framvegis megnar at skjóta mál sást mánakvøldið, tá ið KÍ við 4-3 sigri á Argjum helt tørn um møguleikan at vera við í FM stríðnum.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 07:59

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 09:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 17:33

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Á Vaglinum valdar ruðuleiki og ongin politisk kós

14. august kl. 10:53