Ongi úrslit

Vindmyllur og sólorka: Hví stendur útbyggingin í stað?

Føroyar eru ikki komnar nærri málinum um 100 prosent varandi elorku í 2030. Parturin av varandi elorku er framvegis tann sami sum fyri tíggju árum síðani.

Edmund Jacobsen
6 tímar síðan

Føroyska orkuskiftið stendur í stað.

Tíggju ár eftir, at málið um 100 prosent varandi elorku í 2030 varð sett, er parturin av varandi elorku framvegis 51 prosent. Tað vísir nýggja ársfrágreiðingin hjá Varandi Vinnu.

Samstundis veksur elorkutørvurin ár um ár, meðan útbyggingin av varandi orku gongur ov seint.

Ógreiðir karmar bremsa menningini

Sambært Varandi Vinnu eru tað ikki tøkniligar forðingar, sum halda orkuskiftinum aftur.

Heldur eru tað ógreiðir karmar, drúgvar arbeiðsgongdir og vantandi loyvi til nýggjar verkætlanir.

Netverkið vísir á, at hvørki vindmyllulundir, sum eru partur av útbyggingarætlanunum, ella aðrar privatar verkætlanir hava fingið neyðugu ferðina. Úrslitið er, at framleiðslan stendur í stað, hóast tørvurin á grønari elorku veksur.

Vinnan saknar greið mál

Varandi Vinna heldur eisini, at føroyskar fyritøkur mangla greið og realistisk mál at arbeiða eftir.

Fleiri fyritøkur hava sett sær mál um at minka sítt útlát. Sambært frágreiðingini hava summar tó tikið málini aftur orsakað av óvissuni á orkuøkinum.

Sev hevur víst á, at parturin av varandi elorku kann vaksa upp í umleið 70 prosent í 2030, um sólorkan verður nógv útbygd, og fýra nýggjar vindmyllulundir verða bygdar komandi árini.

Verður einki gjørt, kann parturin av varandi elorku hinvegin lækka niður um 40 prosent í 2030. Tað vísa tær metingar, sum Sev hevur lagt fram.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Oddmar Færø farin

Í gjár kl. 21:07

Bilur koyrt útav í Kollafirði

Í gjár kl. 00:02

Føroyskir skótar í Kambodja fyri at fáa altjóða limaskap

12. juni kl. 14:24

Løtumyndir - Country & Bluesfestivalurin

Í gjár kl. 17:27