Samrøða við Lars Bredo Rahbek, framleiðara í SF Studios, Keypmannahavn, um filmin "No Rest for the Wicked" undan frumsýningini í Havnar Bio. Medframleiðarar eru Outlier Projects í Føroyum og Truenorth í Íslandi.
Hvør í sínum lagi hava danski filmsframleiðarin, Lars Bredo Rahbek, og eg sjálvur havt áhuga í týsku stuttsøguni "Manor", sum fer fram í Føroyum og kom út í Leipzig í 1885. Týski løgfrøðingurin og politikarin, Karl Heinreich Ulrichs (1825-1895), skrivaði søguna, eins og hann sama ár skrivaði "Der Mönch von Sumbö".
Eiler Fagraklett, talsmaður í LGBT+ Føroyum, skipaði fyri, at týska søgan kom út í føroyskari týðing hjá Hanusi Kamban í 2014, myndprýdd av Jón Sonna Jensen. Tað er úr hesi týsku søguni, "Manor", at leikstjórin Rasmus Birch hevur skrivað filmshandritið.
- Eg eri so stoltur av hesum filmi, sigur Lars, og avdúkar, at hann var í Føroyum, tá Nils Malmros gjørdi filmin "Barbara" (1997).
- Upprunaliga var eg shipping maður hjá Maersk, har eg brúkti øll míni ár í tjúgunum fyrst á Esplanaden og síðani í Manila og Tokyo. Heimkomin, sá eg ljósið og vildi royna okkurt nýtt. Søkti á Danska Filmskúlan og slapp inn í 1993 og varð útbúgvin framleiðari í 1997. Men innan skuldu vit í starvsvenjing við einum filmi úr veruligu verðini, og eg fekk framleiðaran og line produsaran hjá Nils Malmros, Marianne Christensen, at velja á meg. Saman við henni lendi eg í Føroyum beint fyri ólavsøku í 1996, og sum tey siga the rest is history. Eg var tríggjar mánaðir í Føroyum og gekk til handa í framleiðsludeildini. Eg varð púra bergtikin og forelskaði meg fullkomuliga í Føroyum, og fekk vinir sum Johan Hansen á Setrinum og Thurid Samró, sum eg vitjaði á nýopnaðu barrini Café Natúr. Saman við henni eri eg fegin um, at vit nú kunnu knýta hesa vakru sloyfu, sum eg haldi, at filmurin er, sigur Lars.
- Men so gekk so mikið væl í hond við starvinum sum filmsframleiðari, at eg fekk høvið at arbeiða saman við fremstu leikstjórum, Charlotte Sieling, Søren Kragh-Jacobsen, Bille August, Ole Christian Madsen, Henrik Ruben Genz, Thomas Vinterberg, Pernille Fischer Christensen og nú Kasper Kalle.
- Øll hesi tretivu ár, ið eru gingin síðan føroysku filmsdagarnar kring "Barbaru", havi eg droymt um at finna ein virðiligan film, at gera saman við tykkum í Føroyum, ein film við alski til bæði tykkara mentan og tykkara mál. Fyrsti partur, mentanin, var at finna í "Barbaru", men ikki hin seinni, málið, heldur Lars, sum er fegin um lidna filmin "No Rest for the Wicked", sum Filmsfelagið sýnir á undansýning í Havnar Bio, mikudagin 2. septembur, tá Eiler Fagraklett fer at innleiða. Føroyski framleiðarin, Jón Hammer, fekk undir Geytatiltakinum í fjør Ársins Andøvsfisk frá Filmsfelagnum.
- Saman er hetta nú eydnast okkum, og verðin tosar heilt ótamd um okkara felags film, sigur Lars, og upplýsir, at hann verður vístur í Danmark, Føroyum og Íslandi 3. septembur, í Finnlandi 4. desembur, síðan í Svøríki, og í Noregi stutt eftir ársskiftið. Harumframt er filmurin seldur til biografar og breitt release í Týsklandi, Spania, Italia og Grikkaland, meðan tey alla tíðina tingast við fleiri onnur lond.
- Hann verður eisini vístur á horror, queer og heilt vanligum filmstevnum í fimm heimspørtum úti í heimi, frá Ný Sælandi til Japans, frá Hongkong til USA, Spania, Eysturríki, Týsklands og aðrastaðni við. Vit kunnu av røttum verða errin, heldur Lars.
Eg skilji, at tað var tú, sum longu tá fann fram til søguna "Manor", sum nú er gjørd til film í Føroyum. Hvussu fanst tú hesa søguna, og hvat var tað við henni, sum hugtók teg somikið, at tú ikki vildi sleppa henni?
- Fyri tíggju árum síðan fór eg saman við lektaranum, Dag Heede, at leita eftir brúkiligum tilfari í donskum bókmentum, ið kundi verða til ein film við queer sum evni. "Manor" var heilt vist besta boðið, sum eisini rópti til himmals í filmiskari styrki - og hey, hesa søguna hevði Karl Heinrich Ulrichs hugsað og staðsett langt burturi frá meginlandsmentanini, á sama hátt sum Bram Stoker pallsetti Dracula í Transsylvania. Føroyar, henda frumkenda søgnin, trúarheimurin og ferðin hjá eini móðir, at skilja sonin. Tað var sterkt og hjartanemandi. Og hóast Egor og Pilou manna høvuðsleiklutirnar, so er tað Sofía, ið er hin veruligi høvuðsleikluturin, tí av øllum er hon tann, ið mennist og broytir seg mest. Ævintýrið hjá H.C. Andersen "Søgan um eina móðir" er livandi og nemandi søgugongdin, subplottið, ið gevur filminum eitt ævigt gildi og breitt galdandi virði, metir Lars.
Hvussu hevur filmsætlanin í tínum eygum sum framleiðari gingið og ment seg til tann lidna film, vit nú kunnu síggja í Havnar Bio?
- Tað hevur alt verið hildið í strammum teymum. Í stuttum vil eg siga, at samkynd og queers hava næstan ongantíð verið boðin við og inn í danskan film. Nú vit hava gjørt danskan film í 120 ár, eru bert tíggju filmar, har queer er eitt afturvendandi evni. Men sambært hagtølum og flestu kanningum eru vit 6-10% av fólkinum. Vit eru gjørd ósjónlig og síggjast ikki. Hesum veruleika vil eg bjóða av. Og sendararnir av hesum boðum, sum filmurin er, eru eg sjálvur, Kasper og høvundurin Rasmus Birch, sum í ymsum ættarliðum eru samkyndir, og hava dugað væl, tá eg sjálvur skal siga tað, at ítaluseta henda neyðturvuligleika, so hann sæst á filmi. Men filmurin stendur á fleiri beinum enn bara queer. Tí tit eru eisini ein minniluti, sum danir hava havt ilt við at sæð og hugt í eyguni, og tað í eygnahædd. Og tað livir Ríkisfelagsskapurin enn við, nú danir, trýstir av Trump, ríkiliga seinkaðir, eru farnir undir eina tiltrongda sjálvsrannsakan. Vit skulu hava áhuga fyri hvørjum øðrum, tosa og skilja, og ikki bara gerast himmalsfegin um gudagivna vakurleikan hjá tykkum, sigur Lars.
Hevur tú eitt stikkorð til føroyska áskoðaran, sum nú fer at síggja "No Rest for the Wicked" í Havnar Bio?
- Tykkara land er um at blíva eitt filmsland, men tað stóra og kostnaðarmikla kunnu tit enn ikki lyfta einsamøll. Men hava tit dirvið, at geva okkum tað álitið? Ein ávísur illgruni kann heftast á okkum dønum, men vit eru mong, ið gera alt fyri at broyta atburð. Vit eru mong, ið síggja tykkum og elska tykkum. Og við hesum filmi hava vit gjørt okkum ómak og lagt okkum eina við, at fáa alt tað besta fram í felags ljósið. Stórar hendingar spretta bara úr passión og hesin filmur er á vakrasta hátt gjøgnumseyraður av eini felags passión fyrst og fremst úr hesi sterku søguni, men eisini tykkara tjóðarsøgu, tykkara lívskorum og tí stóra evninum, ið er innibyrgt einsemi. Síggja vit ikki hvørt annað, so eru vit ikki ordiliga til fyri hvørjum øðrum. Tað evnið og tema er mín lívstreyt. Tað er tað eisini hjá einum føroyingi. Eg haldi, at hesin filmur fer at fáa allan heimin at síggja og hyggja at tykkum. Afturfyrið vóni eg, at tit vilja hyggja at og síggja okkum samkyndu. Vit eru ikki vandamikil. Boðskapurin í filminum er vakur, haldi eg. Tí at love is a many-splendoured thing, som tey syngja, sigur framleiðarin í størsta norðurlendska felag, SF Studios.
Hóast Føroyar hava verið eitt íðið biografland við trettan biografum og søguliga høgum vitjunartølum, hægri enn skandinavisku londini, men lægri enn Ísland, so er Havnar Bio í dag hin einasti og seinasti biografurin í Føroyum. Hevur tú sum filmsframleiðari eina heilsan í hesum sambandi til kommunalar og landsfevnandi mentamyndugleikar og politikarar, tá tað ræður um at visa, síggja og uppliva film í røttum kørmum í Føroyum?
- Filmur og fiktión eru bestu eginleikar - lokomotiv, um tú vilt - at draga hugsjónir og tryggja uppmerksemi. Síðstu áratíggju er Danmark broytt, so landið nú er eitt av mest hypaðu, fagnaðu og virðismettu londum í heiminum. Tað er áhugi í okkara trupla máli, og hugtøkum sum hygge, javnrættindi og fólkaræði. Og ferðavinnan er støðugt vaksandi. Hesin áhugi byggir á herðarnar á dogmufilmum, Bille August, Thomas Vinterberg og einum ættarliði av fólkum, ið hava skapt film og røðir, sum eru komnar víða um úti í stóru verð. Tá mín framleiðsla "Margrete den Første" um somu tíð verður frumsýnd í tólv býum í Avstralia, verður ein awareness kring danska søgu og mentan har í landinum. Tá røðin "Borgen", sum er konseptualiserað av Søren Kragh-Jacobsen, fær øll í Bretlandi at leggja seg skerfløt, tá elvir tað til ein ovurhonds áhuga fyri danskari sniðgeving og teirri støðu, kvinnan hevur í samfelagnum. Tað er tað, ið filmur og røðir duga og megna. Eg elski sjónleik, ballet og tónleik - men filmur, hann kann flyta fjøll. Tí eiga øll at fái høvi til, ja verða vand til, at ganga í biograf, nærum einasti staður, har tú kanst leggja telefonina frá tær, kobla úr og hvørva inn í eina søgu, sigur Lars og nevnir eina søgu, hann hoyrdi í Føroyum.
- Vit gjørdu upptøkur úti í Koltri og hoyrdu um unga mannin, sum svam um sundið úr Hesti til hansara elskaðu harúti. Hygg, hatta er ein filmur. Ein filmur kann peika á tað varðveitingarverda, ein filmur kann fáa ferðafólk at vitja, men ein filmur kann eisini fáa fólk at broyta áskoðan og velja føroyskan laks heldur enn norskan. Hav álit á listafólkunum og trúgv á ta kraft, sum er í filmi. Hjálpi tykkara filmsfólkum at mála eina vakra og ógloymandi mynd, sum ikki kámast og hvørvir, men er av tykkara landi, sum á ein hátt enn er a best kept secret. Eg seti mítt álit á, at "No Rest for the Wicked" úti í heimi verður eitt óvanliga gott sendiboð fyri tykkara land. Og hey, lær meg at elska farseraðan lunda, sigur Lars Bredo Rahbek, filmsframleiðari í SF Studios, at enda undan frumsýningini, sum verður í Havnar Bio 3. septembur.
