Listasavnið á Sandi hevur nú 20 ár á baki. Rundi dagurin varð hátíðarhildin sunnudagin við røðum, tónleiki og upplestri.
Sofus Olsen, sum var ættaður av Sandi, gav í 2006 sandoyingum eitt nýbygt listasavn og stóru listasamling sína. Gávan tryggjaði, at týðandi føroysk listaverk vórðu varðveitt á føroyskum hondum og gjørd atkomilig fyri almenningin.
Skapti ein felags føroyskan arv
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, helt røðu á hátíðarhaldinum. Hann rósti Sofusi Olsen fyri at hava savnað listaverkini og givið teimum eitt varandi heim á Sandi.
– Við at geva listasamling sína sum gávu og byggja listasavn á Sandi skapti hann ein felags arv. Hetta er at byggja land, segði Bárður á Lakjuni.
Í savninum eru verk eftir fleiri av fremstu listafólkum Føroya. Teirra millum eru Mikines, Ingálv av Reyni, Elinborg Lützen, Jack Kampmann, Frimod Joensen, Poul Horsdal og Hansina Iversen.
Arkitekturin Palli Gregoriussen teknaði savnsbygningin.
Røður, tónleikur og upplestur
Á hátíðarhaldinum greiddu Ólavur Jøkladal, Nils Ohrt og Niels Uni Dam frá listini og manninum handan stórfingnu gávuna.
Heiðrun Petersen og Ragnar Olsen framførdu tónleikaverk, og Oddfríður M. Rasmussen las brot úr úrvalssavni sínum.
Listasavnið er í dag ein mentanarligur varði í Sandoynni. Tað dregur fólk til oynna og gevur samstundis sandoyingum høvi at uppliva myndlist, tónleik og aðra mentan í nærumhvørvinum.