Fróðskaparsetur Føroya hevur latið 201 prógv hetta lestrarárið. Tað varð greitt í dag, tá stóra prógvhandanin var í Norðurlandahúsinum.
Av teimum 201 prógvunum vóru 143 bachelorprógv, 36 masterprógv, seks ph.d.-prógv og 16 onnur prógv, eitt nú hjánám og ískoytisútbúgvingar.
Nógv fakøki
Tey nýútbúnu eru innan nógv týðandi fakøki. Millum fakøkini eru sjúkrarøktarfrøði, heilsuvísindi, listaligt arbeiði, føroyskt, lívfrøði, verkfrøði, KT-verkfrøði, søga, samfelagsvísindi, stjórnmálafrøði, búskaparfrøði, løgfrøði, læraraútbúgving og námsfrøði.
Teir seks, sum hava staðið ph.d.-prógv, eru nú serfrøðingar í ítróttavísindum, málvísindum, heilsuvísindum, náttúruvísindum og søgufrøði.
Kvinnur eru í meiriluta
Kynsbýtið vísir, at umleið 68 prosent av teimum nýútbúnu eru kvinnur, og 32 prosent eru menn.
Miðalaldurin er umleið 34 ár. Umleið 60 prosent eru millum 26 og 39 ár, 25 prosent eru 40 ár ella eldri, og 15 prosent eru millum 18 og 25 ár.
Umleið 150 nýútbúgvin vóru við í Norðurlandahúsinum fyrrapartin, har familja og vinfólk eisini vóru komin saman til hátíðarhaldið.