Ongi úrslit

29 fingu prógv: Forvitni skal føra nýggju próvtakararnar út í heim

29 næmingar fingu í gjár prógv á Vinnuháskúlanum. Í røðu varð forvitni sett fram sum lykilin til bæði lærdóm og menning.

Edmund Jacobsen
8 tímar síðan

Á hugnaligari samkomu á Vinnuháskúlanum fingu 29 næmingar í gjár prógv. Guttormur í Skála helt røðu vegna Tórshavnar kommunu og brúkti ævintýrið hjá H.C. Andersen um silvurskillingin sum mynd.

Skillingurin fór út í heim við orðunum: “Hurra! Nu skal jeg ud i den vide verden!” Sama møguleika hava nýggju próvtakararnir nú.

Forvitni og mótstøða

Guttormur í Skála segði, at próvtøkutíðin er “spennandi, men strævin”. Hann legði dent á, at forvitni verður avgerandi í arbeiðinum framyvir.

“Hvat, hví og hvussu eru týdningarmiklastu orð tykkara framyvir,” segði hann.

Hann ávaraði eisini um, at nýggj vitan ikki altíð verður væl móttikin heima. Tí skulu próvtakararnir tora at vísa, “hvørjum tilfari tit eru gjørdir úr”.

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, segði eisini nøkur orð. Sum vant var nógv fólk komið til próvhandanina.

🔗 Les allar røðuna og sí fleiri myndir

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57