Í dag eru 30 ár liðin, síðan eitt Gulfstream III-flogfar hjá danska flogvápninum rendi á fjallið við Selvík undir innflúgvingini til Vága floghavn.
Øll tey níggju umborð fórust. Millum teirra vóru nýtilnevndi danski verjuleiðarin, admiralurin Hans Jørgen Garde, kona hansara, trý starvsfólk í verjuleiðsluni og fýra manningarlimir.
Danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, tekur í dag lut í minningarhaldum í Føroyum og í Keypmannahavn.
– Tað er umráðandi, at vit ikki gloyma sorgarleikin og tey, sum fórust, sigur hann.
Bjargingarfólk fáa serliga viðurkenning
Minningarhaldið í Føroyum verður hildið við minnisvarðan nær vanlukkustaðnum. Har verða millum onnur Jeppe Bruus, Bárður á Steig Nielsen, Søren Gade, verjuleiðarin Michael Wiggers Hyldgaard og ovastin fyri Arktisk Kommando hjástødd.
Fleiri føroysk og donsk bjargingarfólk, sum tóku lut í arbeiðinum eftir vanlukkuna, verða eisini við.
Verjumálaráðharrin fer at handa hvørjum bjargingarfólki ein serligan heiðursmynt sum viðurkenning fyri dirvið og arbeiðið.
– Tey tóku við einari sera torførari uppgávu, sum hevur sett varandi spor, sigur Jeppe Bruus.
Almenn vitjan gjørdist til stórvanlukku
Leygardagin 3. august 1996 skuldi Hans Jørgen Garde koma til Føroya á almenna vitjan. Hann hevði tá bert verið verjuleiðari í 124 dagar.
Vitjanin gjørdist tó ongantíð veruleiki.
Veðrið við Vágar var ringt. Skýloftið var lágt, ælini vóru nógv, og harði vindurin gjørdi innflúgvingina torføra. Eitt ferðafólkaflogfar hevði stutt frammanundan slept ætlanini um at lenda og flogið víðari til Bergen.
Gulfstream-flogfarið breyt lendingina av í umleið 1.100 fóta hædd og fór at taka hædd. Sambært seinni frágreiðingum var ókyrran so ógvislig, at flogfarið koppaði og rendi á fjallið.
Almenna vanlukkurannsóknin staðfesti, at manningin hevði mett veðurlíkindini skeivt.
Eingin kundi hava yvirlivað
Sjóverjuskipið Vædderen lá í Sørvági og skuldi taka ímóti verjuleiðaranum og fylgi hansara. Eftir vanlukkuna varð móttøkan beinanvegin broytt til eina umfatandi leitingar- og tilbúgvingaruppgávu.
Gummibátar, tyrlur, lækni og bjargingarfólk vórðu send móti vanlukkustaðnum.
Tá tey fyrstu komu fram, gjørdist skjótt greitt, at eingin kundi hava yvirlivað. Flogfarslutir lógu spjaddir um eitt øki, sum var meira enn 17.000 fermetrar. Eldur var framvegis í pørtum av vrakinum.
Arbeiðið broyttist tí úr bjarging í at finna og flyta tey deyðu, tryggja økið og varðveita spor til vanlukkurannsóknina.
Ein vanlukka, sum rakti alt samfelagið
Hóast flogfarið var danskt, gjørdist vanlukkan eisini ein føroysk stórvanlukka.
Føroysk løgreglufólk, flogleiðarar, heilsustarvsfólk, bjargingarfólk og vanligir borgarar tóku lut í arbeiðinum. Annar flogskiparin var føroyingur, og faðir hansara sat í torninum og hevði radiosamband við flogfarið undir innflúgvingini.
Fleiri av teimum, sum komu fyrst á staðið, væntaðu at skula bjarga mannalívum. Í staðin møttu tey einum stórum, brennandi vanlukkustaði, har eingin hevði yvirlivað.
Í 2021 varð ein minnisvarði reistur við Sørvágsfjørð. Í kvøld verður 30 ára dagurin eisini markeraður við minningargudstænastu í Holmens Kirke í Keypmannahavn.