Ongi úrslit

Aftur í gjár vórðu fleiri bilførarar tiknir á Vaglinum í Havn

Bilførarar akta ikki skeltið og tað mugu teir so bøta fyri
Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Í sambandi við arbeiði er Tinghúsvegurin stongdur frá Áarvegnum og nakað niðan og tað hevur elvt til stórar trupulleikar.

Eitt nú hava nógvir bilførarar havt lyndi til at sníkja seg niðan á parkeringsplássið við Ráðhúsið - hóast skelti sigur, at innkoyring er forboðin.

Løgreglan hevur fingið frætt frá fólki sum siga, at tað er ein trupulleiki og tí hava tey kannað málið bæði í fyrradagin og í gjár. Í fyrradagin vórðu seks bilførarar tiknir fyri tað sama upp á ein tíma.

Aftur fyrrapartin í gjár var løgreglan á staðnum og upp á tveir tímar vórðu níggju bilførarar tiknir fyri at koyra inn um tað reyða skelti við hvítu strikuni í.

Sostatt eru 15 bilførarar tiknir fyri sama lógarbrot upp á tríggjar tímar hesar báðu seinastu dagarnir og teir fáa allir bót, umframt eitt klipp í koyrikortið

Løgreglan sigur, at onkrir av teimum, sum vórðu tiknir í gjár vóru útlendskir bilførarar, so teir máttu rinda bótina á staðnum.

Mest lisið hesa vikuna

Nú er nýggjur stjóri settur

10 tímar síðan

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

14. oktober kl. 11:54

Stormurin í gjár kravdi eitt mannalív

15. oktober kl. 07:52

Ávaring frá løgregluni til  fólk í Hvalvík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:56

Brutto lønarhækkan/pensjónshækkan fyri 2026

15. oktober kl. 21:43

Minningarorð um Jóhan Larsen av Eiði

14. oktober kl. 13:04