Loysingarrørslan í Alberta hevur fingið eitt greitt afturstig.
Sambært BBC hava góðar 1,3 milliónir veljarar atkvøtt fyri, at landsluturin verður verandi í Kanada. Umleið 415.000 vilja fara undir tilgongdina til eina bindandi fólkaatkvøðu um loysing.
Tá hesi tølini vórðu kunngjørd, høvdu góð 70 prosent av valstøðunum kunngjørt valúrslit.
Carney: Alberta valdi Kanada
Mark Carney, forsætisráðharri í Kanada, sigur, at veljararnir hava tikið eina greiða støðu.
– Alberta valdi Kanada, sigur hann.
Danielle Smith, stjórnarleiðari í Alberta, fegnast eisini um fyribilsúrslitið. Hon sigur, at veljararnir hava valt eitt sterkari Alberta í einum sameindum Kanada.
Atkvøðugreiðslan snúði seg um, hvørt Alberta skuldi verða verandi í Kanada ella fara undir ta rættarligu tilgongdina til eina bindandi fólkaatkvøðu um loysing.
Loysingarfólk ætla at halda fram
Jeffrey Rath, ein av oddamonnunum í loysingarrørsluni, ætlar tó ikki at gevast.
– Rørsla okkara steðgar ikki, sigur hann við BBC.
Hann lýsir atkvøðugreiðsluna sum eitt fyrsta stig og vísir á, at allar atkvøðurnar enn ikki eru taldar.
Veljararnir tóku støðu til tíggju spurningar, millum annað um innflyting og nýtslu av samleikaprógvi á valstaðnum.
Endaliga úrslitið verður sambært BBC kunngjørt hósdagin.