Ongi úrslit

Alma og Oscar á toppinum: Mest brúktu barnanøvnini í Danmark í 2025

Alma og Oscar vóru mest brúktu nøvnini til nýføddar gentur og dreingir í Danmark í 2025, vísa nýggj tøl frá Danmarks Statistik.

© Filip Mroz / Unsplash
Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Alma og Oscar hava bæði áður verið ovast á navnlistanum. Í 2025 fingu 499 nýføddar gentur navnið Alma. Tað svarar til 17 av hvørjum 1.000 gentum.

Samstundis fingu 540 nýføddir dreingir navnið Oscar. Tað svarar til 18 av hvørjum 1.000 dreingjum.

Elmer gjørdi størsta lopið

Johanne, Vilde og Viola komu inn á listan við teimum 50 mest brúktu gentunøvnunum. Hjá dreingjunum vóru Svend, Elmer, Birk, Sigurd og Villads nýggj nøvn á listanum.

Vilde fór úr 60. plássi í 2024 upp á 49. pláss í 2025. Elmer gjørdi størsta lopið og fór úr 78. plássi upp á 39. pláss.

Alma var mest brúkt á Eystursælandi og Fyn. Oscar var mest brúkt á Eystursælandi, í Vesturjútlandi og Norðurjútlandi.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

13. juli kl. 07:20

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

Í gjár kl. 09:59

Hava vit sum ikki eru kristin loyvi at vera her um nøkur ár?

12. juli kl. 07:56

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57