Ongi úrslit

Almenni geirin og vitlíki: Fáir stovnar hava ment egin amboð

Nógv almenn starvsfólk brúka longu vitlíki, men Føroyar hava enn onga lidna heildarætlan fyri økið.

© Numan Ali / Unsplash
Edmund Jacobsen
3. juli kl. 17:00

Nógv starvsfólk í almenna geiranum brúka longu vitlíki í gerandisdegnum. Tað upplýsir Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í svari til Steffan Klein Poulsen, løgtingsmann.

Talan er serliga um stuðuls- og hjálparamboð sum ChatGPT og Copilot. Eingin nágreinilig kanning er tó gjørd av allari nýtsluni í almenna geiranum. Smærri kanningar vísa kortini, at vitlíki longu verður brúkt nógvastaðni.

Fáir stovnar hava ment egin amboð

Hóast nógv starvsfólk brúka vitlíki, hava fáir almennir stovnar ment egin vitlíkisamboð til ítøkilig endamál.

Á sumri í fjør varð vitlíki lagt undir landsstýrismannin í fíggjarmálum. Gjaldstovan fekk síðani uppgávuna at orða eina heildarætlan, sum verður handað landsstýrismanninum í heyst.

Skal frígeva starvsfólkaorku

Eitt av málunum er, at almenni geirin skal kunna frígeva munandi starvsfólkaorku næstu árini.

Ætlanin er eisini at seta royndarverkætlanir í verk í almenna geiranum. Endamálið er at fáa vitan, royndir og læring um, hvussu tað almenna kann gagnnýta vitlíki á skynsamasta hátt.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

Í gjár kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07