Ongi úrslit

Alment hátíðarhald á Dagstovninum á Hamrinum

Dagstovnurin á Hamrinum hevur nú pláss fyri 48 børnum aftrat í vøggustovuni og 36 børnum aftrat í barnagarðinum

torshavn.fo
5 tímar síðan

Fríggjadagin 23. oktober verður alment hátíðarhald á Dagstovninum á Hamrinum á Argjum, nú útbyggingin er liðug. Tiltakið byrjar kl. 15.00.

 

Við útbyggingini eru fýra nýggjar vøggustovur við plássi fyri 48 børnum og tvær nýggjar barnagarðsstovur við plássi fyri 36 børnum komnar aftrat. Verkætlanin fevnir eisini um nýggjan køk, uttanumøki, leikugoymslu, parkeringspláss og annað.

Sp/f Búsetur hevur verið heildararbeiðstakari á verkætlanini

 

Til hátíðarhaldið bjóðar verkætlanarleiðarin vælkomin og síðani fara børnini at syngja.

Tey, ið bera fram røðu eru:

  • Elsa Berg, borgarstjóri

  • Annfinn Brekkstein, býráðslimur og fyrrv. formaður í mentamálanevndini

  • Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í Mentamálanevndini

  • Sjúrður Holm, stjóri í Búsetur

  • Sóley Samuelsen, leiðari á Dagstovninum á Hamrinum

Tórshavnar kommuna bjóðar sunkist, kaffi, te og annað ábit til tiltakið.

Mest lisið hesa vikuna

Nú er nýggjur stjóri settur

Í gjár kl. 23:20

Stormurin í gjár kravdi eitt mannalív

15. oktober kl. 07:52

Brutto lønarhækkan/pensjónshækkan fyri 2026

15. oktober kl. 21:43

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

Í gjár kl. 09:40

Skuldsetur fyri at vísa seg fyri teimum í svimjihøllini

16. oktober kl. 08:18

Ætla at fara undir tunnilin seint næsta ár - ella tíðliga í 2028

16. oktober kl. 08:59