Gongst sum ætlað verður farið at bora tunnil til Tjørnuvíkar um eitt ár - ella tíðliga í 2028. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Tvey tingfólk, bæði Sirið Stenberg úr Tjóðveldi og Haraldur Símunarsom Hammer, sum hevur verið varamaður á tingi fyri Sambandsflokkin í nakrar dagar, hava spurt hann, hvussu gongur við ætlanini at fáa tunnil til Tjørnu
Jacob Vestergaard sigur, at arbeiðið at fyrireika tunnilin, er liðugt og talan verður um ein tunnil sum fer at lúka øll nútíðar krøv til dygd og trygd .
Landsverk arbeiðir við einum tunli sum fer inn í fjallið beint norðanfyri Marmaskallará í Haldórsvík, og kemur út í Dalinum í Tjørnuvík.
Tunnilin verður umleið 2,3 kilometrar langur við tveimum koyribreytum og allari vanligari tekniskari útgerð. Vegagerðin verður 100 metrar Tjørnuvíkarmegin, og nakrar fáar metrar við sjálvt inntakið sunnaru megin.
Harumframt verður neyðugt at breiðka vegin frá brúnni við Streymin norður til tunnilin. Ætlanin er at brúka grót úr tunlinum til vegin.
Arbeiðið við verkætlanini verður skipað soleiðis, at inntakið við Marmarskallará fyrst verður gjørt klárt, har grivið og sprongt verður fyri tunnilsmunnan.
Síðan verður tunnilsútgerðin flutt norður, og arbeiðsplássið skipað og miðað verður eftir, at allar fyrireikingar verða klárar, soleiðis at farið verður undir at bora tunnilin seint í 2027 ella tíðliga í 2028, sigur landsstýrismaðurin
Hann sigur, at tað verður Landsverk, sum skal standa fyri arbeiðnum. Landsverki boraði og sprongdi Dalstunnilin og har vóru fleiri føroyskar fyritøkur við sum undirveitarar.
– Dalstunnilin er væl gjørdur og hann er lutfalsliga bíligur, sigur Jacob Vestergaard.
Tí er ætlanin er at brúka sama framferðarhátt í sambandi við Tjørnuvíkartunlinum og hann fer at lúka somu krøv sum Dalstunnilin.
Næsta ár eru 22,2 milliónir til taks at arbeiða fyri. Landsverk mælir til, at játtanin verður einar 30 milliónir í 2028, og síðani í minsta lagi 35 milliónir um árið, soleiðis at tað alla tíðina verður gongd verður í arbeiðinum.