Nýggjar reglur eru komnar í gildi fyri avrokning av ávísum ALS-gjøldum. Ein av mest ítøkiligu broytingunum er, at tey gjaldsskyldugu, sum velja at rinda ALS-gjaldið eftir rokning, skulu gjalda 100 krónur í avgreiðslugjaldi fyri hvørja rokning.
Broytingin er ásett í kunngerð nr. 69 frá 21. juli 2026 og snýr seg millum annað um avrokning av B-inntøku og øðrum inntøkum, sum eru fevndar av ALS-lógini.
Tveir hættir at rinda
Sambært nýggju reglunum kunnu tey gjaldsskyldugu velja millum tveir hættir at rinda ALS-gjaldið.
Annar møguleikin er at geva Arbeiðsloysisskipanini fulltrú til at taka ALS-gjaldið av kontu hjá viðkomandi í einum peningastovni.
Hin møguleikin er at rinda eftir rokning frá Arbeiðsloysisskipanini. Verður hesin hátturin valdur, skulu 100 krónur gjaldast í avgreiðslugjaldi fyri hvørja rokning.
Rokningin hevur ásetta gjaldsfreist
Rokning fyri ALS-gjald skal gjaldast innan leypandi mánað og sjey arbeiðsdagar eftir, at Arbeiðsloysisskipanin hevur sent rokningina.
Kunngerðin varð givin út 23. juli 2026 og kom í gildi dagin eftir, 24. juli 2026.