Ongi úrslit

Altjóða KT-alarmur: Álvarslig trygdarhol hótta milliónir av heimasíðum

Tvey álvarslig trygdarhol eru avdúkað í PHP, sum verður brúkt á umleið 70 prosentum av heimsins heimasíðum. Nú hava myndugleikar og stórfyritøkur sett umfatandi trygdartiltøk í verk.

Tvey álvarslig trygdarhol hava sett internetið undir trýst. Nú arbeiða myndugleikar og KT-serfrøðingar um allan heim við at tryggja milliónir heimasíður.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Tvey álvarslig trygdarhol hava elvt til ótta fyri telduálopum um allan heim. Myndugleikar og stórfyritøkur hava stongt heimasíður og steðgað tænastum, eftir at veikleikarnir vórðu avdúkaðir í forritanarmálinum PHP.

Sambært BBC hava trygdarholini verið óuppdagað í meira enn tíggju ár. Tey vórðu funnin við hjálp frá framkomnum vitlíki, sum OpenAI hevur ment.

Undir ávísum umstøðum kunnu teldusníkar misnýta trygdarholini til at taka ræðið á servarum og stjala viðkvæmar upplýsingar.

Sambært KT-trygdarfyritøkuni Wiz verður PHP brúkt á umleið 70 prosentum av heimsins heimasíðum.

Almennar tænastur stongdar

Tá ávaringarnar komu 21. oktober, settu myndugleikar og stórfyritøkur kring heimin umfatandi trygdartiltøk í verk.

Wikimedia, sum stendur aftan fyri Wikipedia, bretskir myndugleikar og fleiri evropeiskir stovnar hava fyribils stongt heimasíður og tænastur.

Í Bretlandi vórðu 32 almennar heimasíður stongdar fyri at fyribyrgja møguligum telduálopum.

Í Japan hevur fjarskiftisfelagið SoftBank sambært japanskum miðlum fyribils steðgað ávaringum um jarðskjálvtar, flóðaldur og aðrar náttúruvanlukkur.

Milliónir royndir at misnýta trygdarholini

Sambært Matthew Prince, stjóra í Cloudflare, vaks talið av royndum at misnýta trygdarholini úr fleiri túsundum upp í milliónir, eftir at upplýsingarnar vórðu almannakunngjørdar.

Fríggjamorgunin vóru tó eingi váttað dømi um væleydnað telduálop.

PHP hevur nú givið út dagføringar, sum skulu bøta um veikleikarnar.

Trygdarmyndugleikar heita staðiliga á eigarar av heimasíðum um at dagføra skipanirnar beinanvegin.

Eisini heimasíður, sum brúka WordPress, kunnu vera í vanda. Tað er ikki nóg mikið at dagføra WordPress. Sjálvt PHP má eisini dagførast.

Mest lisið hesa vikuna

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

Í gjár kl. 13:22

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22 tímar síðan

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

5 tímar síðan

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

Í gjár kl. 09:07