Frá klokkan 15 til 19 verða fleiri vegastrekkir í miðbýnum stongdir fyri ferðslu. Tað upplýsir Tórshavnar kommuna.
Millum vegirnar, sum verða stongdir, eru Tórsgøta, Sverrisgøta, Niels Finsens gøta, Mylnugøta, Vágsbotnur, Áarvegur, Kopargøta og Havnagøta. Eisini verða fleiri aðrir vegir í miðbýnum ávirkaðir av tiltakinum.
Tórshavnar kommuna heitir á borgarar og bilførarar um at vísa varsemi og leggja ferðina til rættis frammanundan.

Parkeringspláss stongt frammanundan
Longu klokkan 13 verður parkeringsplássið á Bursatanga stongt. Tað merkir, at parkeringsmøguleikarnir í økinum verða skerdir tveir tímar, áðrenn sjálvt súkklutiltakið byrjar.
Altjóða súkkludagur verður hildin 3. juni hvørt ár. Dagurin varð í 2018 viðurkendur av ST sum altjóða dagur, ið skal varpa ljós á súkkluna sum ein einfaldan og burðardyggan samferðsluhátt.