Aftur í dag verða alvápnað lið av løgreglufólkum at síggja í havnargøtum. Men eins og í gjár, hevur tað heldur einki upp á seg í dag, tí aftur í dag er talan um venjingar.
Hesa ferð venja tey í miðbýnum. Venjingar eru frá klokkan 9.30 til klokkan 17 og tær verða á leiðini við Irish Pub á Skálatrøð, Tinganes og við Vinnumálaráðið, sum er niðri við Kongabrúnna.
Løgreglan sigur, at har verða fleiri løgreglufólk við vápnum og stríðsbúna til staðar, umframt sjónleikarar, sum spæla við.