Nøgdin av plantuæti á Landgrunninum er í ár millum tær lægstu, sum nakrantíð eru mátaðar. Gróðurin tók seg spakuliga upp í apríl, men kom ongantíð veruliga í gongd.
Mátingar við fylgisveini vísa bert smáar nøgdir av plantuæti á einstøkum støðum. Sambært Havstovuni er plantuætið helst rikið inn uttanífrá. Vanligi vár- og summargróðurin hevur sostatt ikki breitt seg um allan Landgrunnin.
Kann raka fisk og sjófugl
Plantuæti er grundarlagið undir føðiketuni í sjónum. Tað er føði hjá djóraæti, sum aftur er føði hjá fiskayngli. Fiskayngul, serliga yngul av nebbasild, er høvuðsføði hjá sjófuglapisum.
Lítil gróður kann tí hava við sær minni tilgongd og veikari vøkstur hjá fiski. Hann kann eisini føra til, at færri sjófuglapisur koma undan.
Havstovan hevur longu staðfest, at lítið er av yngli á Landgrunninum í ár. Tað kom ikki óvart á, tí nøringin hjá djóraætinum eisini var lítil í vár.