Ongi úrslit

Arbeiðsmarknaður: Fleiri í starvi enn í fjør – men vøksturin er ikki longur eins sterkur

Føroyar høvdu 30.419 starvsfólk í apríl. Tað eru 382 fleiri enn sama mánað í fjør. Men hóast arbeiðsmarknaðurin framvegis veksur, er ferðin minkað – og serliga fiskiveiða og aling draga niður.

Edmund Jacobsen
21. mai kl. 16:45

Starvsfólkatalið í Føroyum heldur fram at vaksa, men vøksturin er ikki longur so skjótur sum undanfarin ár. Í apríl vóru 30.419 starvsfólk skrásett. Tað svarar til ein vøkstur upp á 1,3 prosent samanborið við apríl í fjør.

Tølini vísa samstundis, at gongdin er farin at flata út, tá hugt verður at trendinum, sum reinsar fyri árstíðarfrávikum og øðrum tilvildarligum broytingum.

Kvinnur í almennum starvi gerast fleiri

Av teimum 30.419 starvsfólkunum vóru góð 15.500 menn og umleið 14.900 kvinnur. Talið av monnum vaks við 230, meðan talið av kvinnum vaks við 150 samanborið við sama mánað árið fyri.

57 prosent av øllum starvsfólkum arbeiða hjá privatum fyritøkum, meðan 43 prosent arbeiða hjá tí almenna.

Serliga kvinnur í almennum størvum hava havt ein støðugan vøkstur seinnu árini.

Fiskiveiða og aling draga niður

Størsti vøksturin í tali av starvsfólkum var í flutnings- og goymsluvinnuni, sum vaks við 115 fólkum. Hinvegin minkaði talið í landbúnaði, skógrøkt og fiskiveiðu við 122 starvsfólkum. Sambært Hagstovu Føroya kemst minkingin serliga av minni virksemi í uppsjóvarveiðu og aling.

Heilsu- og almannaverk og almenn umsiting og verja eru framvegis størstu vinnugreinarnar í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57