Ongi úrslit

Árni hevur amboðið at vinna KÍ víðari

Síðstu løtuna í kvøld gekk orkan undan, men fyritreytirnar, hvat tí viðvíkur, roknar Árni Frederksberg vera betri á útivølli

Jóannes Hansen
6 tímar síðan

Í kvøld endaði tað 2-1 til KÍ, tá ið meistaraliðið úr Luksemborg var gestur í Klaksvík, har teir búðu á Hotel KG og í viðførinum til hús aftur hava gott mót um, at tað annað mikukvøld á heimavølli fer at eydnast at vinna víðari luttøku í Champions League.

KÍ var fimm minuttir eftir steðgin frammanfyri 2-0, og soleiðis, sum tað gekk í fyrra hálvleiki og fyrstu lítlu løtuna eftir steðgin, so kendist møguleiki fyri, at leiðslan kundi verða uppaftur størri, tá ið KÍ fer suður til Luksemborg.

Soleiðis gekk tað ikki. Lítla løtu eftir, at KÍ hevði økt um hálvleiksleiðsluna, sum var 1-0, svaraðu gestirnir aftur, og so reið tað um snarið. Tað kundi koppað KÍ til fyrimunar, og tað kundi koppað gestunum til fyrimunar. KÍ hevði fleiri góðar støður enn gestirnir, men tað endaði 2-1, og so er spurningurin, hvussu tað fer at tørna út um eina stóra viku.

Sum seinni hálvleikur gekk, so var tað týðuligt, at fleiri á KÍ liðnum av álvara tóku at møðast, og vøddaskaðar, krampar og aðrir skavankir lúrdu og gjørdu um seg, so tað var neyðugt bæði hjá Gilla Rólantsson Sørensen og Deni Pavlovic at fara av vøllinum, meðan Páll A. Klettskarð stríddist inntil síðsta bríksl, hóast hann kendist darvaður og plágaður.

Árni Frederiksberg legði við fínum frísparki úr vinstru upp til 2-0 málið, sum Páll A. Klettskarð drønstútaði fimm minuttir eftir steðgin. Tá ið eitt korter var farið, var tað Oussama Ali, ið serliga í fyrra hálvleiki var sera eyðsýndur, sum setti hol á eftir innlegg úr vinstru frá Jean Carlos De Brito.

Og hóast tað ivaleyst verður væl lýggjari, tá ið KÍ fer at spæla á útivølli, so sigur Árni Frederiksberg seg hava gott mót um, at tað fer at eydnast:

-Vit hava royndir at spæla í nógvum hita, og tað hevur ikki darvað so nógv. Tað týdningarmesta av øllum er nú, at vit fáa høvi at hvíla, so vit vera heilt væl fyri og betri fyri, enn vit vóru í kvøld, tá ið vit fara á vøllin í Luksemborg. Dysturin verður ikki fyrrenn mikukvøldið í næstu viku, og tað kemur væl við, at vit nú hava meiri enn eina viku, áðrenn vit aftur skulu spæla, sigur Árni Frederiksberg.

Í KÍ hava fleiri víst á, at skráin síðstu tíðina hevur verið óheppin, tá ið havt verður í huga, at hetta var so stutt undan fyrsta dystinum í Europa. Tá verður hugsað um, at KÍ seinastu tvær vikurnar hevur spælt á útivølli ímóti Víkingi og NSÍ í landskappingini, og at talan var um longda leiktíð og brotssparkskapping í seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. At spælararnir vóru troyttir var ein av orsøkunum til, at KÍ á heimavølli tapti ímóti 07 Vestur.

Og so verður vónað, at Jákup B. Andreasen, liðformaðurin og besti miðvallarin av øllum higartil í ár, verður tøkur um eina stóra viku. Í kvøld var hann ikki førur fyri at spæla, tí hann er illa darvaður av skaða í rygginum.

 KÍ – Atert Bissen Luksemborg 2-1 (1-0)

1-0: Oussama Ali 13.

2-0: Páll A. Klettskarð 50.

2-1: Tiago Rodriguez Da Costa 57.

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, Gilli Rólantsson Sørensen (Jonn Johannesen, 69.), Jean Carlos De Brito – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Deni Pavlovic (Símun Kalsø, 84.), Oussama Ali (Hampus Näsström, 95.) – Páll A. Klettskarð  

Gult kort: Símun Kalsø, Jean Carlos De Brito

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Nicolai Christensen, Rani Josephsen, Daniel Johansen, Jákup B Andreasen, Filip Brattbakk, Martin Rodrigo Gonzales, David Reynheim, John Ziska Joensen

Venjari: Magnus Powell

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00