Ongi úrslit

Árni hevur umboðað trý feløg í Europa

Í kvøld fer føroyski toppskjúttin í europeiskum liðfótbólti fyri 50. ferð at spæla í Europa

Jóannes Hansen
7. juli kl. 15:36

Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl í europeisku kappingunum hjá føroyskum feløgum í summar.

Í Klaksvík verður dystur í kvøld og aftur hóskvøldið. Í kvøld eigur KÍ heimavøll, og hóskvøldið fer NSÍ at spæla á heimavølli í Klaksvík.

Mótstøðuliðið hjá KÍ í kvøld er FC Atert Bissen úr Luksemborg. Ferðalagið úr Luksemborg kom til Føroya sunnudagin, og tað heldur til á KG hotellinum í Klaksvík.

KÍ luttók fyrstu ferð í europeiskari kapping í 1992 ella fyri 34 árum síðani. Nógv vatn er runnið í ánni síðani tá, og síðani KÍ av álvara aftur beit seg fast í toppinum í føroyskum fótbólti, hava dystirnir verið nógvir, og fleiri spælarar, sum fara á vøllin í kvøld, hava heilt nógvar altjóða royndir – bæði í Europa og landsliðnum.

Flest dystir í Europa hevur Odmar Færø spælt, 52, og næstflest hevur Árni Frederiksberg spælt. Hann fer í kvøld at spæla fyri 50. ferð í Europa. Árni er føroyskur toppskjútti í europeisku liðkappingunum. Hann hevur í 49 dystum skorað 14 mál. Næstur honum á europeiska máltindinum í liðfótbólti er Páll A. Klettskarð, sum hevur skorað 13 mál.

Árni Frederiksberg hevur umboðað trý føroysk feløg í europeisku kappingum.

Tað fyrsta var barndómsfelagið NSÍ, sum hann fram til og við 2018 spældi 10 dystir við í Europa League.

So var tað B36, sum hann í 2019 og 2020 spældi fimm dystir við í Europa League, og síðani 2021 hevur hann umboðað KÍ og spælt 34 europeiskar dystir – 11 í Champions League, 4 í Europa League og 19 í Conference League.

Øll 14 málini í europeiskum liðfótbólti hevur Árni Frederiksberg skorað fyri KÍ.

KÍ - FC Atert Bissen úr Luksemborg: Dominik Starý úr Kekkia kl. 19.45

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Tannlæknastova í hálva øld

4. oktober kl. 07:55