Aron Benjaminsen verður um eina løtu partur av landsliðshópinum, sum seint í gjárkvøldið og eftir 1-1 á heimavølli ímóti Kasakstan fór úr Vágum og beinleiðis til Moldova. Leiguflogfarið lendi í Moldova í nátt, og stutt venjing hevur verið nú seinnapartin, áðrenn Aron Benjaminsen kom til Moldova.
Í gjárkvøldið var Aron Benjaminsen ikki í leiguflogfarinum, sum klokkan 22 fór úr Vágum og beinleiðis til Moldova. Orsøkin var tann, at flogfarið, sum U-21 landsliðið var umborð á, eftir at ungu menninir fríggjakvøldið vunnu 2-1 í Estlandi, ikki fekk lent í Vágum. Flogfarið endaði í Keflavík, og er nú aftur í Føroyum.
18 ára gamli Aron Benjaminsen skoraði bæði málini í 2-1 sigrinum ímóti Estlandi. Fríggjakvøldið boðsendi Eyðun Klakstein landsliðsvenjari Aron at vera við á ferðini til Moldova, har landsliðið týsdagin fer at spæla í Nations League.
-Aron Benjaminsen fer í teimum trimum dystunum, sum eru eftir í hesum umfarinum í Nations League, at eiga jokaraleiklut, segði venjarin.
Í gjárkvøldið sá tað út til, at hetta fór at vera av ongum týskvøldið, og at Aron fór at vera við í fyrireikingunum til dystin ímóti Slovakia, sum verður fríggjadagin. Men nú er tað greitt, at Aron í kvøld verður partur av landsliðshópinum, sum í nátt lendi í Moldova, og hann í morgin fer at venja saman við hinum 23 spælarunum.
Ert tú ikki troyttur av at ferðast, spurdu vit Aron, tá ið hann á middegi var komin til Berlin, og hann svarar:
-Tað hevur verið nógv ferðing, síðani vit fríggjakvøldið vunnu 2-1 í Estlandi. Eg eri fegin um tey bæði málini, sum eg skoraði, men eg eri serliga fegin um, at vit vunnu øll trý stigini, at vit hava sett nýtt stigamet, og at U-21 landsliðið mikudagin í Klaksvík hevur møguleika at vinna uppaftur fleiri stig enn tey 12, sum vit longu hava vunnið. Í gjár var langur ferðadagur, og tað var strika í rokningini, at vit ikki lendu í Vágum, og at møguleikin hjá mær at fara við leiguflogfarinum til Moldova harvið fór í vaskið. Men tað varð skipað soleiðis fyri, at eg í morgun kundi fara úr Keflavík og til Berlin, og so víðari um eina løtu víðari til Moldova. Sjálvandi er tað troyttandi at ferðast so nógv, men eg eri 18 ára gamal, og í morgin verði eg væl upplagdur, tá ið vit fara at venja, og tað gleði eg meg til, sigur Aron Benjaminsen.