Ongi úrslit

B36 hevur sett týskan venjara

Hann hevur eitt nú verið hjálparvenjari í Anderlecht

B36
2 tímar síðan

B36 skrivar soleiðis í kvøld:

Andreas Patz er settur sum høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum komandi tvey árini.

Hann er 43 ára gamal og ættaður úr Týsklandi og eysturtýska býnum Bad Salzungen.

- Eg eri sera errin av at gerast partur av B36-familjuni, og saman fara vit undir ein nýggjan kapittul í søgu felagsins, sigur hann.

Andreas hevur fjølbroyttar royndir í venjarayrkinum.

Undan summarsteðginum í ár var hann hjálparvenjari í belgiska Anderlecht. Í fjør var hann venjari í SSV Jahn Regensburg, sum tá spældi í týsku Bundesliga 2, ið er næstbesta deildin í Týsklandi.

Hann hevur eisini royndir sum hjálparvenjari í belgiska Cercle Brugge, høvuðsvenjari í týska Carl Zeiss Jena og sum greinari á ungarska landsliðnum.

Herzlich willkommen, Andreas!

Mest lisið hesa vikuna

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

10. november kl. 17:23

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

10. november kl. 09:01

Par kom til ilnar á alfaravegi

14 tímar síðan

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

9. november kl. 20:35

Avmakt er eisini makt – hesin veturin verður drúgvur

11. november kl. 06:48